Hóast ein av hansara egnu nú fleiri ferðir hevur sagt alment, at formaður hansara helt ikki orð, tá nýggjur landsstýrismaður skuldi setast, so velur formaður Tjóðveldisflokksins ikki at svara hesi ótrúliga avdúkandi skuldseting men setir seg sum dómara og fellur dóm yvir blaðið, sum endurgevur tingmannin Signar á Brúnni og prentar hansara egnu orð. Tað er ikki Signar, sum lýgur, men tað er Sosialurin, sum ger tað. Nakað soleiðis skal hetta skiljast. Er hetta ikki manipulatión av grovasta slag!
Løgið at eitt blað skal verða lastað fyri at endurgeva orðini hjá einum av mest royndu politikarunum í Føroyum. Er tað skeivt at endurgeva ein politikara, ið hevur verið formaður í Tjóðveldisflokkinum í fleiri ár og hevur verið landstýrismaður í nógvum landstýrissamgongum? Ein politikari sum í skørpum mótsetningi til ávísar av floksfeløgum sínum, ikki hevur logið alment ella hevur slongt ivasom prosenttøl út um allar geilar, og tí ikki hevur nakran trúverdigheitstrupulleika.
Um Høgni Hoydal meinar, at Signar á Brúnni lýgur, so eigur hann at siga tað, uttan at brúka Sosialin sum skjótiskivu. Tað ger Høgni Hoydal ikki, og hóast hann gjørdi tað, so kundi hettar í besta fall snúð seg um orð móti orði.
Hugburðurin aftanfyri skrivingina hjá varaløgmanni er ikki sørt óhugnaligur. Tað verður lagt upp til, at ein fjølmiðil ikki skal ditta sær at endurgeva ein av mest royndu politikarunum í Føroyum uttan at spyrja floksformannin hjá viðkomandi eftir. Nú skulu ikki takast dagar ímillum, hvørjar royndir varaløgmaður hevur á journalistiska økinum ella fyri tað politiskar royndir, men løgin sær skriving hansara út.
Kanska er tað júst erfaringin, ið ger munin. Tað sigur seg sjálvt, at í politikki hava orðini hjá einum manni við drúgvum royndum meira vekt enn orðini hjá einum politiskum dilletanti - fyri bert at taka eitt dømi úr tómari luft. Eitt sunt søguligt baksýni við medábyrgd og fjølbroytnari uppfatan er meira trúverdugt enn eitt søguligt baksýni, ið einki gott hevur ímilllum 1948 og 1998. Ein floksleiðsla, sum kastar alla ábyrgd frá sær viðvíkjandi 80?unum og letur sum um ? og tíverri er vandi fyri at ungdómurin ikki veit betur ? at 80?ini høvdu einki við teirra flokk at gera, hóast teir sótu í samgongu og høvdu fíggjarmál um hendi størsta partin av umtalaðu 80?um, er ikki trúverdug.
Trúverdigheit gerst ikki størri av einari broytnari søguuppfatan, sum nú eftir øllum at døma eisini fæst við at revidera søgu upp á stutt sikt. Um alt viðvíkjandi Signar á Brúnni er farið fram eftir bókini, so lysti okkum at sæð ta bókina, ið ikki kann verða annað enn ótespiligur lesnaður. Løgna Hoydal útsagnið í blaðnum í vikuni er ikki uttan áhuga, tí at loypa á ein fjølmiðil, bert tí hann endurgevur Signar á Brúnni og prentar viðmerkingar frá honum, er heilt burturvið.
Sosialurin