Løgmanssteypið: Fjórðingsfinalurnar útsettar

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið til mikudagin 25. november. Orsøkin er koronareglurnar, ið raka føroysku landsliðspælararnar.

Tað skrivar FSF í dag.

Eftir ætlan skuldu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verðið spældar leygardagin 21. november.

Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt at útseta fjórðingsfinalurnar til mikudagin 25. november. Orsøkin er koronareglurnar, ið raka føroyska landsliðsspælararnar.

Í morgin (týsdagin 17. novemver) spælir U21-landsliðið í Kasakstan og A-landsliðið á Malta. Bæði liðini verða aftur í Føroyum mikudagin.

Mælt verður til, at allir fara í heimauppihald meðan bíðað verður eftir svarunum frá koronakanningunum, ið skulu gerast dag 0 (á heimkomuni) og dag 2 (fríggjadagin 20. november).