Løgmansevni

ODDAGREIN

 

Tað gleðiliga hendi í farnu viku, at eitt nýtt vikublað kom á marknaðin. Tað er eitt kærkomið innslag í føroyska blaðheiminum, og vit vilja hervið ynskja Fregnum tillukku við fyrstu útgávuni.


Stórtíðindini í síðstu viku vóru, at triði hvør sambandsveljari vildi hava Lisbeth Petersen sum løgmann, og var hettar sambært nýggja óhefta vikublaðnum sera væl klárað av Lisbeth. Hon varð framstillað sum alternativ til núverandi løgmann eftir at hava vunnið seg fram í stórum til at heili 7,7% av veljaraskaranum vilja hava hana til løgmann! Helst eiga vit at venda tí við og spyrja, hví bert triði hvør sambandsveljari vil hava Lisbeth til løgmann, og hvønn hinir sambandsveljarar vilja hava til løgmann. Hetta er ein trupulleiki fyri Sambandsflokkin, at undirtøkan hjá egna floksformanni er so lítil.


Trupulleikin er sjálvsagt minni, enn hann kundi verið, eftirsum Javnaðarflokkurin sum støðan er í løtuni eigur løgmansalternativið til Anfinn Kallsberg, nakað sum óhefta vikublaðið av einari ella aðrari orsøk gjørdi rættiliga lítið burturúr. Gleðiligt er, at loysing-samband blokkpolariseringin ikki er so sterk, sum fryktast kundi, nakað sum óhefta vikublaðið, so løgið tað ljóðar, heldur ikki hefti seg stórvegis við.


Neyvan er 100% undirtøka til formannin í nøkrum flokki, men hví vilja bert 12% av samlaða veljaraskaranum hava formannin í størsta flokki til løgmann? Tað tykist sum, at sjálvt Tjóðveldisveljarar heldur vilja hava ein fólkafloksløgmann enn teirra egna. Hetta tykist serliga margháttligt, tá ein eygleiðir gongulagið í samgonguni. Man hevur hoyrt um fólk, ið fáa fragd av at verða pínd, men máti skal vera við øllum. Margháttligheitin gerst ikki minni, tá man hevur í huga, at størsti parturin í Tjóðveldisflokkinum letst hava vinstravend sjónarmið.


Tvinnir eru kostirnir sum støðan er í dag ? Anfinn Kallsberg ella Jóannes Eidesgaard. Kanska hvørgin er fyrsta val hjá einum stórum veljaraskara, men tó er greitt, hvønn man skal velja, um liberalistiska láglønarsamfelagið skal gerast veruleiki við stórstílaðari forering av landsognum, og hvønn man skal peika á, um samfelagið skal mennast eftir skandinaviska vælferðarleistinum.


Annar umboðar ein flokk, ið sigur seg ikki taka undir við einum samhaldsfastum samfelag, meðan hin tekur undir við einum samfelag eftir samhaldsføstum prinsippum. Livst so spyrst.