Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann kundi hugsað sær ein av hinum stóru flokkunum upp í samgonguna Í samband við at Tjóðveldi hevur boðað frá, at flokkurin ynskir at halda fram í samgonguni, sigur løgmaður við Útvarp Føroya:
- Eg trúgvi, at tað er skilagott at fáa ein rímiliga stóran flokk afturat við í samgonguna, so ein hevur eitt grundarlag, sum er yvir 20.
Bæði vit og Tjóðveldi er skerd og samanlagt við Sjálvstýri koma vit upp á 17. Tað munar ov lítið. Síðani februar hevur tíðin verið merkt av óstabiliteti, sum foplantar seg allan vegin gjøgnum samfelagið. Tað má enda, sigur løgmaður.
Tíðindini um fráboðanina hjá Tjóðveldi siga, at Tjóðveldi ynskir í fyrsta umfarið Sjálvsstýrisflokkin upp í samgonguna eisini. Løgmaður staðfestir í viðmerkingini til ÚF, at hetta er ikki nokk.