Í gjár skrivaði BBC grein um føroyskar menn, sum finna sær konu úr útlondunum - serliga Tailandi og Filipsoyggjunum.
At veita hjálp til útlendingar, sum flyta til Føroya verður tikið í størsta álvara, sigur Axel V. Johannesen við BBC í grein um útlendskar kvinnur í Føroyum.
-Asiatisku kvinnurnar, sum komanar eru til Føroya eru aktivar í arbeiðsmarknaðinum, og tað er sera gott. Tað er raðfest frammarliga at hjálpa teimum at læra føroyskt, og ókeypis undirvísing stendur teimum í boði.
Magni Arge, fólkatingslimur, sigur í greinini hjá BBC, at í og við at tilflytararnir sum koma til Føroya serliga eru kvinnur, hevur tað við sær minni sosialar trupulleikar.
-Tær koma og tær arbeiða, og elva ikki til samfelagstrupulleikar, sigur Magni Arge við BBC.
Hann leggur afturat, at sjónligir trupulleikar eru í øðrum londum so sum Bretlandi, Svøríki og Danmark, tá fólk koma úr øðrum mentanum, og tí er umráðandi, at landið arbeiðir fyri at tryggja, at hesir samfelagsbólkarnir ikki verða isoleraðir, og tí skapa eina sermentan, sigur hann.
Í greinini sigur eitt par, at tey uppliva lítið av rasismu í Føroyum. Tó, so eru viðmerkingar um, at útlendska konan er bíløgd á netinum ikki óvanligar.
Pørini, sum tosað var við í greinini siga, at tað er umráðandi at økja um ymiskleikan í føroyska samfelagnum, og tað er nakað sum vit skulu taka væl í móti og ikki ræðast.
-Okkum tørvar nýtt blóð, og mær dámar væl at síggja børn við blandaðum uppruna, sigur føroyingur í samrøðu við BBC.
Les eisini Ynskja konur til Føroya
Les greinina hjá BBC her
Myndin er tilvildarlig