Løgmaður vil hava dagførdan ríkisfelagsskap

- Sambandsflokkurin vil ikki hava fullveldi. Eg vil, at mín flokkur hevur eitt skikkað boð upp á ein dagførdan og nútíðarbæran felagsskap, tá løgtingsval verður aftur.
Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Við fáu orðunum í ólavsøkurøðuni, at hann droymir um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, hevur løgmaður øtst baklandið hjá sær í Sambandsflokkinum.
- Fráboðanir í løgmansrøðuni um Ríkisfelagsskapin stríða grundleggjandi ímóti tí, sum Sambandsflokkurin eigur at standa fyri, boðaði Bárður Nielsen, tingmaður, frá mánadagin.
Kaj Leo Johannesen ger eisini púra greitt, at hann er einsamallur um hesa meiningina í flokkinum.
- Eg taki ikki avgerðir einsamallur, tíbetur. Sambandsflokkurin er ein heild. Eg visti væl, at hetta fór at virka argandi, men tað er neyðugt við einum orðaskifti um ríkisfelagsskapin. Eg ímyndi mær broytingar í ríkisfelagsskapinum, og eg ræðist ikki at boða frá tí, sigur Kaj Leo Johannesen.
Lisbeth L. Petersen var forkvinna í Sambandsflokkinum í árunum frá 2001 til 2004. Hon hvakk eisini við at orðunum hjá løgmanni.
- Eg skilji ikki, hví Kaj Leo Johannesen sigur hatta. Hann veit væl, hvat Sambandsflokkurin leggur í ríkisfelagsskapin. Sambandsflokkurin er eisini flokkurin, sum verjir ríkisfelagsskapin, sigur Lisbeth L. Petersen.