Løgmaður fer í næstum at taka stig til, at Føroyar fáa ein meira virknan lut, tá tað ræður um trygdarmál á føroyskum leiðum.
Anfinn Kallsberg ætlar at fáa í lag eitt aðalorðaskifti í løgtinginum um føroyska verjupolitikkin, og málið er at fáa undirtøku fyri, at føroyingar fara meira aktivt inn í verjupolitiska samstarvið í NATO.
? Vit hava áður sagt, at Føroyar vilja ikki verða við í NATO ella nøkrum líknandi felagsskapi, men tað ber heilt einfalt ikki til at vera uttanfyri. Fortíðin vísir, at tá vit siga, at vit vilja einki hava við slíkt at gera, so verður alt bara dult fyri okkum, sigur Anfinn Kallsberg.
? Løgtingið hevur áður samtykt, at Føroyar skulu verða uttan fyri allar hernaðarligar felagsskapir, men nú haldi eg, at tíðin er komin at viðgera hetta av nýggjum. Vit eiga heldur at fara aktivt við í samstarvið í NATO og fáa tað innlit og ta ávirkan, sum vit kunnu.
Skulu vit hvat hendir í Føroyum
Anfinn Kallsberg segði í løgmansrøðu síni á ólavsøku, at eitt týdningarmikið stig til at fáa meira innlit og ávirkan hevði verið, um umboð fyri landsstýrið kundi verið eygleiðari á øllum fundum í NATO, sum snúgva seg um Føroyar og leiðunum kring okkum.
? Danski verjumálaráðharrin, sum júst hevur verið á vitjan í Føroyum, helt, at sjálvandi skulu føroyingar vita, hvat gongur fyri seg her í landinum, og tað er út frá hesum, at vit halda, at vit áttu at verið við sum eygleiðari í NATO, tá tað snýr seg um okkum ella okkara leiðir, sigur Anfinn Kallsberg.
? Politikkurin hjá landsstýrinum er, at vit skulu ikki vera nakar trygdarvági fyri okkara grannar, og tí eiga vit eisini at verða við í trygdarsamstarvi. Men sjálvandi mugu vit eisini ásanna, at hetta er eitt felagsmál í ríkisfelagsskapinum.
Men heldur tú, at føroyska skipanin er til reiðar at vera við í slíkum samstarvi, har tað mest skal haldast loyniligt fyri almenninginum?
? Nei, tað er hon ikki sum er, men tað er eisini nakað, sum vit skulu arbeiða við. Hernaðarmál er serlig, og tí skulu vit í Føroyum eisini finna mannagongdir og skipanir, sum kunnu tryggja Føroyar kunnu verða við í verjupolitiskum samstarvi.