Vegna landsstýrið takkar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Páli Joensen og Jón Bjarnasyni, venjara fyri teirra luttøku á OL 2012 í London.
Hetta er fyrstu ferð, at umboð fyri føroyskt ítróttarfelag hevur luttikið á OL. Við at vísa, at tað ber til at koma sær millum fremstu ítróttarfólkini í heiminum, er Pál góður kveikjari hjá føroyskum ítróttarfólki.
- Vit hava við spenningi fylgt tær í hesum leikum. Vit eru errin av tínum brøgdum og ikki minst tínum vilja at seta tær høg mál, hóast eydnan ikki var við tær í dag. Vit vilja framhaldandi stuðla tær í tíni stremban eftir at røkka nýggjum úrslitum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.