Herfyri vitjaði 85 ára gamli danski vinnulívsmaðurin og stórreiðarin Mærsk Mc-Kinney Møller í Føroyum. Hetta var hansara fyrsta vitjan her. Undir vitjanini, sum var privat, nýtti hann tó eisini høvi at hitta umboð fyri føroyskt vinnulív, skúlar og landsins hægstu leiðslu.
Mærsk Mc-Kinney Møller var avgjørdur, tá vit bóðu um eina samrøðu. Hann gevur ikki interviews. Men hvat fekk so Anfinn Kallsberg, løgmaður, burtur úr vitjan Mærsk í Tinganesi - hvat tosaðu teir báðir um, sum kundi havt almennan áhuga!
Anfinn Kallsberg, sum ikki hevur hitt danska stórreiðaran áður, heldur fyri, at hetta var ein mikið áhugaverd løta, og var maðurin bæði vísur og frískur. Hann vísti seg at vera sera væl inni í øllum tingum, tað var ótrúligt, sum tað svingaði skjótt leggur løgmaður aftrat.
-Vit tosaðu ikki um nakað einvíst sum so. Hann spurdi sera konkret, um teir vórðu til fortreð í Føroyum. Síðani spurdi hann, um tað var nakað teir kundu gera í Føroyum. Har vísti eg á sum einasta ítøkiliga mál, at vit høvdu eina FAS-skipan, og at vit høvdu einki ímóti, at tey bláu skipini við teimum hvítu stjórnunum, um høvi beyðst, kanska eisini leitaðu sær undir hesa skipanina. Eg sá, at hetta varð noterað.
Løgmaður sigur við Sosialin, at hetta er eitt áhugavert mál, tí hyggja vit eftir nógvum øðrum londum, so liva tey m.a. av altjóða skipaferðslu og bankavirksemi og vísir m.a. til oynna Man. -Tað hevði verið ein góð reklama fyri eina skipan sum ta føroysku, um skip frá einum so viðurkendum og stórum reiðaríi kanska eisini vórðu skrásett í hesi skipan.
Løgmaður nam sjálvur við spurningin um oljuna. Mærsk Kc-Kinney helt fyri, at vit føroyingar skulu ikki vænta okkum nakað serligt av oljuni tey nógvu fyrstu árini, og tók hann sum dømi, at danska stjórnin í 1982 tók nøkur av økjunum frá AP Møller í Norðsjónum. Ikki fyrr enn í ár er nakað komið aftur til statskassan frá teimum økjunum. Tvs. at tað gingu meira enn 18 ár.
Løgmaður sigur, at danski stórvinnulívsmaðurin var ógvuliga varin í sambandi við oljuna. -Eg vísti á, at hetta var eitt lítið samfelag, og at bara tað at leitivirksemi fór í gongd, kundi fáa sjónliga ávirkan á samfelagið.
Danski gesturin, sum sjálvur eigur eitt stórt oljufelag, ?Mærsk Olie og Gas? helt fyri, at Føroyar eiga ikki at leypa fram av í hesum máli, men heldur fara hóvliga fram. Hann helt fyri, at varð ov nógv olja funnin ov skjótt kundi hetta geva Føroyum ov nógvan vind í seglini, og hetta kundi vera sera vandamikið. Tað var betur at fara varliga fram.
Ta stuttu løtu Mærsk Mc-Kinney Møller og Anfinn Kallsberg vóru saman varð eisini tosað um leyst og fast, og nýtti løgmaður eisini frá støðuni í føroyska samfelagnum í dag, og her serstaklig fiskivinnuni.
Vit spurdu løgmann, um hann hevur varhugan av, at ein slíkur maður sum Mærsk Mc-Kinney Møller undir slíkari vitjan um-hugsar møguleikan at gera íløgur í Føroyum?
-Eg veit ikki, hvussu man skal siga tað. Hann hevur so víst áhuga fyri Drelnesprojektinum. Hvussu verður við tí og øðrum havi eg ongan møguleika at svara uppá.