Løgmaður verður ovasti almenni kirkjumyndugleiki

Samgongan er samd um at yvirtaka kirkjuna á ólavsøku, og løgmaður verður ovasti almenni kirkjumyndugleiki. Samgonguflokkarnir eru samdir um, at kirkjan verður føroysk á ólavsøku. Semja er eisini um, at løgmaður verður hægsti almenni myndugleikin fyri kirkjuna og skal tilnevna bisp.

Uppskot til lógir fyri kirkjuna eru næstan liðug og verða løgd fyri Løgtingið um hálvan mars.

Samgongan umrøddi kirkjuyvirtøkuna seinasta fríggjadag, og í morgin verður fundur í politiska fylgibólkinum. Tá er ætlanin at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til at yvirtaka fólkakirkjuna, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, við Útvarpið.