Løgmaður vísir gitingunum aftur

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, vísir gitingunum í oddagreinini hjá Dimmalætting, og fjølmiðlunum sum heild, aftur, at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um annað hvørt at einskilja meira ella keypa tað einskilda aftur í Atlansflogi. <k>?Tað er rætt og slætt syrgiligt at vitna, hvussu illa tað almenna hevur handfarið einskiljingar tilgongdina av Atlantic Airways.

Síðani tað almenna einskildi ein triðing av flogfelagnum, hava partaeigarar staðið í bíðistøðu, meðan politiski myndugleikin hevur vavt málið upp í ein ellibita.

Samstundis, sum samgongan hevur sett sær fyri, at einskiljingartilgongdin skal halda fram, so verður tað einu løtuna meldað út frá somu samgongu, at nú skal tað almenna keypa alt inn aftur, fyri ta næstu løtuna at siga, at einskiljingin skal fara víðari,?</k> skrivar Dimmalætting í oddagreinini.

Men tað er ikki rætt, sigur løgmaður.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur gjørt av at taka málið upp aftur um møguliga einskiljing av teimum tveimum triðingunum, sum landsstýrið framvegis eigur í felagnum. Verandi støðan er ikki nøktandi, hvørki fyri privatu ella almennu eigararnar.

Men landsstýrið hevur framvegis ikki viðgjørt málið, og tí er eingin støða tikin til møguliga víðari einskiljing, sigur løgmaður.

- Tí er einki grundarlag fyri gitingunum, sum verða førdar fram í fjølmiðlunum, slær Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fast.