Løgtingsmenn taka tað í sera stórum álvara, at danska stjórnin hevur sett ein bunka av lógum og kunngerðum í gildi fyri Føroyar, uttan at spyrja løgtingið eftir.
Tað varð staðfest, tá løgtingið hósdagin seinnapart viðgjørdi uppskot til ríkislógartilmæli hjá Javnaðarflokkinum um at avtaka hernaðarligu revsilógirnar v.m., sum ríkisumboðið hevur lýst í kunngerðarblaðnum uttan at spyrja føroyingar eftir. Tað hevur annars verið vanlig mannagongd, síðan heimastýrislógin kom í gildi fyri 55 árum síðan. Talan er um einar 30 lógir og kunngerðir, ið stava líka frá 1940 fram til í dag.
Løgtingið vil hava lógirnar tiknar av aftur við brestin og krevur, at tað verður spurt eftir og gevur sína samtykt, áðrenn ríkislógir verða settar í verk frameftir.
Løgmaður visti
So mikið var semja um. Men á løgtingsfundinum hósdagin kom eisini fram, at landsstýrið var kanska ikki so óvitandi, sum tað letst at vera. Í øllum førum løgmaður er kunnaður um, at danska verjumálaráðið ynskti hernaðarlóggávuna fyri Føroyar dagførda.
Í tveimum brøvum frá 25. og 30. juli 2002 frá danska verjumálaráðharranum Svend Aage Jensby sæst, at løgmaður er kunnaður um, at danska stjórnin vildi hava lógirnar settar í verk. Og talan er um júst tær hernaðarligu revsilógirnar v.m., sum stríð nú stendst av. Hetta brúkti serliga Sambandsflokkurin men eisini Javnaðarflokkurin nógva tíð til í løgtinginum.
? Sambandsflokkurin vil hava, at allar ríkislógir skulu fyri løgtingið til støðutakan, áðrenn tær vera settar í gildi. Og um løgtingið ikki samtykkir tær, skulu tær ikki setast í verk. Lat tað vera púra greitt. Men onkur skal bera lógirnar í tingið, og vit kunnu bara staðfesta, at onkur í landsstýrinum hevur ligið á hesum málinum í eitt heilt ár, og tað undrar meg, sigur Heðin Mortensen, tingmaður.
Onki viðmæli
Løgmaður skar tingini út í papp, tá hann svaraði ákærunum aftur. Talan var um eina einvegis ígildissetan frá danskari síðu, slerdi hann fast.
? Løgmaður hevur hvørki munnliga ella skrivliga mótvegis donsku stjórnini givið tilsøgn um at seta hesar lógir í gildi, segði Anfinn Kallsberg.
Løgmaður greiddi frá, at orsøkin til, at hann ikki hevði brúkt stórvegis orku upp á hesar lógirnar, hóast hann fekk bræv um tær, var, at løgtingið longu hevði samtykt 26. november 2001, at hernaðaligu revsilógirnar skuldu takast av, og at Føroyum ongar lógir nýttist á økinum.
? Løgtingið hevur tikið støðu til, at vit ikki ynskja lóggávu á hesaum økinum. Og tí eru absolutt eingi stig tikin til at viðgera hetta málið meira í Tinganesi. Hetta er eitt mál, sum løgtingið ikki ynskir, hví so brúka orku upp á tað? spurdi Anfinn Kallsberg.