Løgmaður skuldi biðið okkum um umbering

Ein lærari á byrjunarløn fer at missa 8% av pensjónini.

Hetta er avleiðingin av avgerðini hjá samgonguni um at skatta pensjónir við inngjald, sigur Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið.

Hann staðfestir samstundis, at samgongan hevur brotið sítt lyfti til løntakaran.

Hann sigur, at tá ið uppskotið um at skatta pensjónir við inngjald, var til viðgerðar í Løgtinginum, lovaði løgmaður, at eingin skuldi verða verri fyri av hesum.

Men nú staðfestir hann, at so varð ikki.

- Eingin hevði lagt upp fyri, at tryggingargjaldið er partur av pensjónsgjaldinum. Tryggingargjaldið er fast krónutal og kemur tískil at eta nóg størri prosentpart av pensjónsgjaldinum, nú hetta verður skattað við inngjaldi.

- Føroya Lærarafelag hevur gjørt tillagingar í tryggingarpartinum, soleiðis at lagt verður upp fyri, at øll gjøld nú eru skattafrí, tá ið út verður goldið.

- Hóast hesar tillagingar, ið gera, at limirnir eru eins stillaðir eftir skatt, sum teir vóru áðrenn skatt undir gomlu skipanini, merkir løntakarin stórar broytingar skeivan vegin.

Sostatt staðfestir hann, at áðrenn nýggja pensjónsskattin, megnaði ein lærari við byrjunarløn á 23.450 krónur, at seta 67 % av til pensjónsuppsparing og tað varð mett at vera hóskandi.

Men nú er talið 59%.

- Avgerðin kostar sostatt fyri lærara á byrjurnarløn 8 % av pensjónsuppsparingini.

Hann staðfestir eisini, at ikki bara lærarar á byrjunarløn missa, tí tað gera allir lærarar.

Jónleif Johannesen sigur, at vil løgmaður vil halda sítt lyfti, eigur hann at rætta hetta uppaftur.

- Vil hann heldur loypa frá lyfti sínum, má hann áleggja samgongulimum og landstýrisfólkum at gevast við lygnini um, at hetta ikki kostar løntakaranum í Føroyum.

Jónleif Johannesen heldur eisini, at tað hevði verið hóskandi at givið løntakaranum í Føroyum eina umbering fyri, at samgonguleiðarin góðtók at arbeitt var í blindum, tá ið samgongan minkaði pensjónsuppsparingina.

Í dag missa limir Føroya Lærarafelags kortini ikki so nógv, tí Lærarafelagið hevur við egnari orku fingið prosenttalið upp á 62 %.