Kaj Leo Johannesen, løgmaður, heldur eins og Høgni Hoydal, at Jenis av Rana eigur at skamma seg, tá hann kallar vitjanina hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráharra eina provokatión. - Er Jenis av Rana rætt endurgivin, so eigur hann at skamma seg. Tað segði Kaj Leo Johannesen við útvarpið hjá Kringvarpinum í morgun, tá hann varðin biðin um viðmerking til útsøgnina hjá Jenisi av Rana.
Jenis av Rana segði í gjár, at vitjanin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra Íslands, og konu hennara, Jónínu Léosdóttir, var ein provokatión, og at hann ikki ætlar sær við til døgurðan, sum løgmaður hevur boðið til.