Løgmaður skal sleppa at viga Bill Justinussen

Mikudagin royndi Bill Justinussen at forða fyri, at Heðin Mortensen slapp at seta ein skrivligan fyrispurning í Løgtinginum. Nú vil Heðin Mortensen hava at vita, um
Løgmaður góðtekur slíka framferð

?Hetta er eitt stórt bakkast fyri fólkaræðið í Føroyum. Og tað vil eg hava at vita, um Løgmaður góðtekur.
Heðin Mortensen, løgtingsmaður úr Sambandsflokkinum, er rættiliga illa við at tí, sum fór fram í tinginum mikudagin.
Tað, sum hann er so illa við av, er, at á tingfundinum mikudagin, royndi Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, at forða fyri at Heðin Mortensen slapp at seta honum ein skrivligan fyrispurning í Løgtinginum.
Heðin Mortensen hevur ætlað at sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Bill Justinussen, ein skrivligan fyrispurning um umvælingar á Landssjúkrahúsinum.
Men fyri at ein landsstýrismaður skal svara einum fyrispurningi, skal Løgtingið samtykkja tað.
Hetta hevur altíð verið eitt avgreiðslumál. Tað fer soleiðis fram, at løgtingsformaðurin spyr tinglimir, um nakar hevur nakað ímóti, at ein fyrispurningur verður svaraður. Tað hevur ongantíð hoyrst eitt kis úr tingsalinum og fimm sekund aftaná hevur løgtingsformaðurin sostatt staðfest, at løgtingið hevur einmælt samtykt, at fyrispurningurin skuldi svarast.
Soleiðis hevur tað altíð verið, líka síðani vit fingu nýggju tingskipanina fyri sjey, átta árum síðani.
Inntil mikudagin!
Tí tá ið Løgtingsformaðurin spurdi tingið um nakar hevði nakað ímóti at fyrispurningurin frá Heðini Mortensen til Bill justinussen varð svaraður, hendi nakað heilt óvanligt: Óli Breckmann bað um at fáa atkvøðugreiðslu í málinum.
Tað gjørdi Óli Breckmann, tí Bill Justinussen heitti á hann um at gera tað.
25 tinglimir vóru til staðar hendan dagin. Tá ið atkvøtt varð, vóru kortini 22 atkvøður fyri at fyrispuringurin skuldi svarast. Tvey tingfólk atkvøddu blankt. Tey vóru Heini O. Heinesen og Hergeir Nielsen.
Men ein tinglimur tók tað heilt óvanliga stig at atkvøða ímóti at Heðin Mortensen slapp at seta spurningin fram og tað var Charlotta á Váli Olsen úr miðflokkinum, sum hevur sætið á tingi fyri Jenis av Rana.

Bill ein vandi fyri fólkaræðið
Heðin Mortensen heldur, at hetta málið er so mikið álvarsligt, at hann fer at reisa tað fyri sjálvum Løgmanni.
Á Løgtingsfundi mikudagin, fer hann at spyrja Løgmann, um hann góðtekur slíka framferð av einum lanndsstýrismanni.
Heðin Mortensen heldur nevniliga ikki, at hetta er so meinaleyst, sum tað kann tykjast.
?Við hesi framferðini, hevur landsstýrismaðurin beinleiðis lagt seg út í tingsins arbeiði og tað haldi eg ikki skal sleppa aftur við borðinum uttan at verða átalað.
? Tað er í álvarsliga í stríð við fólkaræðið, at ein landssyrismaður roynir at ávirka tingfólk til at atkvøða ímóti einum fyrispurningi.
? Hetta er ótrúliga langt úti, tí landsstýrisfólk hava ikki atkvøðurætt í tinginum. Landsstýrisfólk eru í veruleikanum ikki annað enn uppsitarar hjá Løgtinginum og tey eiga ikki at legga seg út í tingsins arbeiði. Men tað er júst tað, sum Bill Justinussen gjørdi.
Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann ikki visti, hvat spurningurin var um. Hann helt, at hann var bara um brævið frá føðideildina og hann visti ikki, at hann var meiri umfatandi og snúði seg íløgutørvin frameftir.
? Hetta vísir, at hann ger ikki sítt heimaarbeiði, tí spurningurin varð lagdur fram í tinginum frammanundan, so at tingfólk vistu, hvat teir snúðu seg um.
? Og annars er tað ikki uppgávan hjá landsstýrismanninum at meta um, antin ein spurningur er ov lítil ella ov tápuligur. Tað er tingið einsamalt, sum ger av, um spurningurin skal svarast og landsstýrismaðurin hevur bara at lýða tingsins vilja og onki annað, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at fyrispurningar er einasti mátin, tingfólk hava at fáa ymsar upplýsingar frá landsstýrinum og tingfólk hava fullan rætt til at seta løgmanni og landsstýrisfólkum, spurningar.
? At Landsstýrismaðurin roynir at ávirka tingið er so langt úti, at eg vil hava at vita, um Løgmaður góðtekur slíka framferð frá einum landsstýrismanni ímóti fólkavaldum løgtingslimum. Og eg vil eisini hava at vita, hvat Løgmaður ætlar at gera við hetta, sigur Heðin Mortensen. Vit hava meir um hetta málið á síðu 15.