Eirikur Lindenskov
Kartin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna Javnaðarfloksins hevur nú skrivað løgmanni bræv um atburðin hjá landsstýrismanninum í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen. Málið snýr seg um svarið, Tórbjørn Jacobsen gav henni upp á fyrispurning seinasta fríggjadag, tá landsstýrismaðurin í svarinum hartaði Javnaðarflokkin.
Katrin Dahl Jakobsen vísir í brævinum, at hon tann 21. september 2000 sendi formansskapi Løgtingsins bræv fyri at fáa teirra meting av omanfyrinevnda svari. Sjálv heldur hon, at svarið var stak óhøviskt, ósakligt og sum stjórnarskriv als ikki borðbart.
? Til tess at verja okkum øll ímóti, og landsstýrismannin við, at fara undir eitt orðaskifti grundað á so vánaligt tilfar, sum hetta svarið var, heitti eg á formansskapin at senda landsstýrismanninum svarið aftur, ella biða hann svara av nýggjum. Hetta helt eg vera rættast, meðan svarið enn ikki var alment, og tískil eingin hávi hevði staðist av tí, sum bara formansskapurin og eg sjálv vistu um, sigur løgtingskvinnan.
Formansskapur løgtingsins hevur sagt Katrin Dahl Jakobsen, at hann hevur ikki heimildir at gera av, um ein fyrispurningur er nóg væl svaraður. Tað er Løgtingið, sum sigur sína hugsan og møguliga letur slíkt mál fáa avleiðingar. Antin rættarligar avleiðingar við eini ákæru, ella politiskar við einum misáliti.
? Løgtingið hevur undir orðaskiftinum sagt sína hugsan. Tvørtur um floksmørk, samgongu og andstøðu vóru øll, sum vóru við í orðaskiftinum, á einum máli um, at slíkt fara vit ikki lata okkum lynda. Landsstýrismaðurin var tí einsamallur í síni verju av svarinum, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Fyri ikki at sita á boðunum, og heldur ikki fara so langt, sum at reisa ákæru ella misálit, hevur Katrin Dahl Jakobsen vent sær til løgmann, eftirsum hann eftir § 33, stk.3. í stýriskipanini »hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt«.
? Men hvat er fullgóður háttur? Er tað so, at løgmaður er samdur við tinginum henda dagin, og kann taka undir við, at hetta var so ikki fullgóður háttur, fari eg við hesum at heita á løgmann at bera so í bandi, at stjórnarskriv av hesum slag ikki verða ósaklig svar út í tóman heim. At landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen dugir sær hógv, og at vit framyvir fáa so sáttlig og saklig svar sum møguligt.
Katrin Dahl Jakobsen sigur, at eins og formansskapurin ansar eftir tignini og tí talaða orðinum á tingi, tykist í hesum einstaka førinum neyðugt at vísa á samsvarandi krøv til skrivaða orðið eisini.
Við brævinum vónar hon, at tað fer at bera løgmanni til at bøta um góðskuna av stjórnarskrivum við at lúka burtur partapolitisk og persónlig álop.