Talan er um ein bygning hjá einum felag, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge, eigur í.
Bygningin, sum Fiskimálastýrið heldur til í Yviri við Strond í Havn, hevur landsstýrið leigað og sett í stand.
Átti at sagt frá
Dan R. Petersen, løgtingsmaður, hevur spurt løgmann um kostnaðin av hesum leigumáli. Eftir langa biðitíð hevur løgmaður svarað. Men seinni er komið upp, at løgmaður ikki hevur dagt frá, at landsstýrið umframt leiguna hevur brúkt væl av peningi til at seta bygningin í stand. Talan er um sama bygning, sum Toll- og Skattstovan flýddi úr, tí ikki var inniverandi av heilsuligum ávum.
Løgmaður hevur ikki sagt Løgtinginum frá hesum umvælingarkostnaði, og tað heldur Landsstýrismálanevndin, at hann átti at gjørt.
Tí fer nevndin at royna at fáa greiði á, um alt er farið fram, sum lógin fyrisetur í hesum máli.