Løgmaður skal biðja danir atkvøða nei

Løgmaður skal biðja danir atkvøða nei

Vinafelagið Føroyar Ísrael vilja ikki vita av einum palestinskum stati í Miðeystri.

Tí heitir felagið, har Dánjal Poulsen er formaður, nú á Kaj Leo Holm Johannesen, Løgmann, um at heita á danska sendiharran í ST um at atkvøða ímóti, tá ið tey siga, at málið um ein palistinenskan stat kemur til atkvøðugreiðslu í ST.

Vinafelagið sigur, at flestu føroyingar stuðla Ísrael og at tað er sera umráðandi at vit gera tað.

Felagið vísir til bíbliuna, sum sigur í fyrstu Mósubók, 12. kapittuli, versi 3, at tann ið signar Ísrael skal sjálvur verða signaður

- Ágangurin á Ísrael er so mikil nú sum sjáldan áður. Hetta er kanska ikki beinleiðis hernaðarligur ágangur, men heldur diplomatiskur, soleiðis at skilja, at Ísrael at enda skal “trýstast” burtur úr heimlandi sínum.

Vinafelagið Føroyar Ísrael vísir á, at longu nú hava 110 av heimsins londum viðurkent ein palestinskan statin, hóast hann ikki er til

- Men í september fer ST at atkvøða um at palestinski staturin verður viðurkendur, og ivaleyst verður har stórur meiriluti fyri tí, staðfestir felagið.

- Flestu føroyingar eru vinir Ísraels. Tí heita vit á løgmann um at biðja danska sendiharran í ST um at atkvøða ímóti uppskotinum um nýggja palestinska statin.

Myndin er av Dánjali Poulsen, formanni í vinafelagnum Føroyar Ísrael.