Løgmaður: Ríkisrættarlig polarisering

Høgni og Edmund fara á fólkating við hvør sínum boðskapi um ríkisfelagsskapin. Løgmaður metir, at valúrslitið er eitt tekin um eina ríkisrættarliga polarisering, og Jørgen vil ikki hoyra talan um niðurlag

Hann vísti frá sær alt prát um, at hansara sessur var ein avgreiðsluspurningur. Gekk og mól inn og út úr útvarpshøllini. Út í gongina, og stundum út í tún at roykja. Tá fyrstu tølini komu fram á skíggjan á flatskerminum úti í gongini í útvarpshúsinum, beit hann seg við, at Tjóðveldi fór aftur á summum plássum. Líkamikið hvussu lítil tey vóru.

- Nei nei, tað verða Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, sum fáa sessirnar, lat í honum. Olav Enomoto ynskti honum tillukku, tá tjúgu prosent vórðu tald.

- Halt skarpan við tær, segði Høgni.

Nei, formaðurin í Tjóðveldi trúði einki uppá at endurvinna sær sessin.


Ríkið í stand by

Tá klokkan gjørdist níggju, kom stígur í. Kringvarpsfólk runnu aftur og fram, stemningurin var hektiskur, og politikararnir vóru forvirraðir. Uppteljingarskipanin hjá kringvarpinum var í ólagi, øll úrslitini úti um landið máttu ringjast og skrivast inn av nýggjum, og tí gingu yvir tveir tímar, uttan at nøkur nýggj tøl rullaðu fram á skíggjan hjá Johnsigurdi og Jóannesi niðri í Vørðsluni.

- De ringer helt vildt, segði ein danskur TV2-journalistur, sum ikki fekk frið fyri ótolnum starvsfeløgum úr Danmark. Um hetta mundið vóru norðuratlantisku mandatini framvegis áhugaverd í donskum høpi, og tí var hetta mistak, sum Jóannes Hansen helt fyri, “ein stak vánalig reklama fyri Føroyar”.


Loysing-samband

Tá klokkan var um ellivu, og endaligu úrslitini komu á skíggjan, var Tjóðveldi sigursharri og Høgni Hoydal á odda við flestum persónligum atkvøðum.

- Hetta er ein staðfesting av, at veljarin ynskir eina fullveldisrødd á fólkatingi. Veljarin hevur tikið undir við tí kós, vit hava sett, bæði í Føroyum og á fólkatingi, og tað fegnist eg sjálvandi um.

Hin sigursharrin, Edmund Joensen, var als ikki at síggja. Hann var í einum bili á veg suður til havnar. Men formaður hansara, Kaj Leo Johannesen, var greiður:

- Føroyski veljarin vil aftur hava javnvág á fólkatingi. Sigurin er sjálvandi fyrst og fremst eitt úrslit av okkara politikki, og nú fara vit niður at samstarva, helt Kaj Leo. At Edmund Joensen fekk fleiri atkvøður enn hann, tók hann ikki so tungt.

- Edmund er ein tungur maður í føroyskum politikki, og eg fegnist hansara og floksins vegna. At formaðurin ikki fær flestar atkvøður, er als eingin katastrofa, helt Kaj Leo.


Ríkisrættarlig polarisering

Løgmaður metti, at tann ríkisrættarliga polariseringin var orsøkin til valúrslitið. Og til, at Javnaðarflokkurin endaði á fjórða og “aftasta” plássið av teimum fýra stóru.

- Fólkatingsvalið er eitt annað val enn løgtingsvalið, og tað er líkt til, at loysing-samband spurningurin vigar tyngri til fólkatingsvalið. Vit síggja eina ríkisrættarliga polarisering millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi, og tað rindar Javnaðarflokkurin kostnaðin fyri, helt løgmaður, sum sjálvandi ikki varð nøgdur við úrslitið.

Men um hetta er orsøkin til niðurlagið, er tað so ikki eitt tekin um, at Javnaðarflokkurin má fáa ein greiðari profil í ríkisrættarliga spurninginum? Løgmaður ristir við høvdinum:

- Vit í Javnaðarflokkinum brúka eina rúgvu av orku uppá at greiða frá, at mótvegis Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum er hvørki loysing ella samband eitt mál í sær sjálvum. Og hesa kós halda vit fast um, sló løgmaður fast.


Taparin

- Ná, nú skal eg til Sørvágs og ikki til Keypmannahavn. Men Sørvágur er eisini eitt deiligt stað!

Formaður Fólkafloksins royndi at varðveita góða lagið, hóast Fólkaflokkurin – uttan ein Anfinn Kallsberg, sum fekk yvir 3000 persónligar atkvøður seinasta fólkatingsval – misti sín sess til sambandið. Men Jørgen vildi ikki hoyra talan um niðurlag.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað hevur verið saknur í Anfinni, og eitt formansskifti skapar altíð ávísan ófrið. Eg eri glaður fyri avrik og úrslit Fólkafloksins, og vit koma sterkt aftur til løgtingsvalið, helt Jørgen fyri.

Men hvussu kann ein formaður vera nøgdur við eitt niðurlag? Við at missa ein fólkatingssess til annan flokk? Og er hetta ikki ein staðfesting av, at Jørgen ikki hevur megnað at lyft arvin eftir Anfinn Kallsberg?

- Eg eri sum sagt glaður fyri úrslitið, og hetta er eitt gott útgangsstøði til løgtingsvalið. Sjálvandi kann og skal okkara avrik betrast, men tað er als eingin orsøk at fara í kolkjallaran av hesum úrsliti, helt Jørgen Niclasen.