Løgmaður ongantíð roynt breiða semju

? Løgmaður hevur reelt ongantíð lagt nakað í eina breiða semju, tá hann hevði møguleika fyri tí heldur Jóannes Eidesgaard

 

SjálvstÝri/ fullveldi

Jan Müller



Hóast vit aftur og aftur hava hoyrt Anfinn Kallsberg, løgmann tosa um ta breiðu semjuna í fullveldismálinum, so heldur formaður Javnaðarfloksins, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, ongantíð hevur roynt at fingið eina breiða semju. ? Anfinn hevur onga heilhjartaða roynd gjørt enn fyri at vinna nakra breiða semju. Hann hevur tvørturímóti hildið okkum fyri tað turra gjøldur, tá hann hevur bjóðað okkum til fundar. Hetta við at bjóða okkum til kaffifundir, har vit seriøst fara inn í samráðingar og sum síðani renna út í sandin uttan nakað úrslit, fyri síðani tvey ár aftaná at kopiera okkara uppskot, er eitt prógv um, at kaffifundirnir vórðu uppá kvamsvís sigur Jóannes Eidesgaard.

? Men hetta er ikki tann varhugi veljarin hevur av løgmanni, tá hugsað verður um undirtøkuna hann fekk í veljarakanningingi?

? Nei. Veljarin sær løgmann sum ein hóvligan og siðiligan mann, sum ongantíð øsir seg upp og altíð ber seg at sum ein sinniligur maður. Tað er tann myndin hann úteftir gevur. Men tá eg verði spurdur aftanfyri leiktjøldini - hvussu nógv liggur í breiðu semjuni, sum hann hevur eftirlýst, so má eg siga, at hon kann verða á einum ótrúliga lítlum stað. Løgmaður hevur reelt ongantíð lagt nakað í eina breiða semju, tá hann hevði møguleika fyri tí. Hann hevur eitt ótrúligt mandat sum løgmaður, men tað spurdist einki burtur úr teimum fundunum. Í dag síggi eg, at alt tað, sum vit løgdu fram á kaffifundunum, er veruleiki. Men Javnaðarflokkurin er framvegis í andstøðu.

? Tað hoyrist, at ein nýggj samgonga varð næstan í pottinum millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, áðrenn seinasta semjan í samgonguni kom undan kavi.

? Tá Anfinn og Helena hava gjørt uppleggið til hesa nýggju kósina, so hava tey sjálvandi sæð fyri sær, at hetta fór Tjóðveldisflokkurin ongantíð at góðtaka. Tað vóru kontaktir millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin tá. Vit blivu kontaktaðir av Fólkaflokkinum og spurdir, um vit vóru til at tosa við. Kann tað so hugsast, at tey hava brúkt Javnaðarflokkin sum jarnbrot at fáa Tjóðveldisflokkin at góðtaka semjuna. ? Vilja tit ikki so eru tað aðrir, sum vilja. Ein kann hava ein mistanka um, at vit vóru bara ein hentur brikkur í tí spælinum, ja at Javnaðarflokkurin hevur verið misbrúktur til at trýsta Tjóðveldisflokkin uppá pláss.