– Meðan sundurlyndi, sjálvsøkni og smáhugsan stundum eyðkenna okkara tjóð, so er okkara Merkið fyri meg persónliga tað besta dømið um samanhald.
Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í flaggrøðu, hann helt í Runavík í dag.
– Merkið er ímynd av Føroyum og okkum føroyingum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara. Okkara felags lagnu, sum tjóð. Ein ímynd av øllum, sum okkara samfelag rúmar – okkara samleika.
– Merkið ímyndar tjóðina – alt tað, sum bindur okkum saman sum fólk. Merkið vekir kenslur. Kenslur, sum bilgjast innan í okkum. Tað minnir okkum á okkara mentan, okkara søgu, okkara stríð at byggja land og á okkara felagsskap sum borgarar. Tað umboðar okkum og ber vitni um alt tað, vit eru góð við og errin av, segði løgmaður.
Hann heldur at Merkið hevur heilt serligan leiklut millum føroyingar.
– Eg kann ikki ímynda mær nakað annað, ið savnar tjóðina í so stóran mun sum Merkið. Merkið bleikrar í lotinum og stríðist í storminum. Tað eigur sítt fasta og ómissandi pláss í okkara tilveru.
– Latið okkum tí royna at fáa tað besta burturúr og gera tað, sum upprunaliga var endamálið við Merkinum: At savnast um tað, vit hava í felag, heldur enn at syndrast av tí, ið vit ikki hava til felags, segði Aksel V. Johannesen.