Heðin D. Poulsen
Um løgmaður ikki lurtar eftir góðum ráðum frá teimum sum kenna til tey serligu viðurskiftini millum føroyingar og íslendingar og tekur alt málið um sendistovuna í Íslandi upp aftur til nýggja viðgerð, so røkir Løgmaður ikki sítt embæti at umboða Føroyar og føroya fólk til fulnar. Løgmaður hevur fjalt tær veruligu orsøkirnar fyri avgerðini undir tí fína orðinum tign. Nú tá serfrøðin hevur úttalað seg, at ein føroysk sendistova í Íslandi undir Dannebrog hevur ikki nakra tign, so skuldi tað verið nemt hjá løgmanni at tikið avgerð hareftir. At siga, at tað ikki ber til at hava eina føroyska sendistovu í Íslandi uttan Dannebrog á stong er lygn. Sofus Poulsen myndaði eina føroyska sendistovu í Aberdeen í eitt mannaminni við Merkinum sum erpið veitraði uttan fyri King Street í Aberdeen, uttan Dannebrog í eygsjón. Gott nokk kom sendistovan ikki undir altjóða diplomatiskar reglur og fekk Sofus einki diplomat pass at vísa fram, hann var kanska heldur ikki boðin til teir allar fínastu døgurðrarnar hjá drotning og fínum diplomatum, men við sínum heiti, Faroese commercial attaché, kundi Sofus opna mangar dyr, og tað gjørdi hann so sanniliga eisini, við Merkinum í húnar hátt. Ein føroyingur í Íslandi við donskum mandati, fær neyvan tað íslendsku vælvildina sum føroyingar longu nú fáa í Íslandi, kanska er ein Sofus Poulsen tann rætta loysnin?