Danska Uttanríkismálaráðið hevur í áðni boðað frá, at heitt verður á allar borgarar um at avlýsa allar óneyðugar ferðir. Mann skal altso lata vera við at ferðast, uttan at tað er heilt neyðugt, og heitt verður samstundis á danir uttanlands um at koma heim. Hetta tilmælið verður fyribils galdandi í ein mánað.
Harvið verður altso mælt frá at ferðast úr Danmark til Føroya. Vit hava spurt løgmann, hvat hann sigur til hetta.
– Tað er jú tað, sum vit eisini hava viðmælt fólki. Vit hava mælt til at ikki ferðast óneyðugt. Tað er tann einasta áheitanin, sum er í løtuni, og tí taka vit fult undir við hesari nýggju áheitanini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Fær hetta tykkum ikki til at seta nøkur onnur tiltøk í verk við eitt nú avmarking av flogferðsluni til Føroya?
– Tað kann væl hugsast. Meira kunning um møgulig nýggj tiltøk kemur seinni í dag, sigur hann og vísir á, at ætlanin ikki er klár enn.
– Vit fylgja við minutt fyri minutt, hvat hendir rundan um okkum, samstundis sum vit umhugsa, hvat vit skulu gera, og um vit skulu seta fleiri tiltøk í verk.
Setur tankar í gongd
Í morgun gjørdist greitt, at enn ein persónur er smittaður í Føroyum, soleiðis at talið nú eitur 3, og fleiri persónar eru settir í sóttarhald.
– Tað setur sjálvandi nakrar tankar í gongd. Men hinvegin, so eru tað trý smittað í Føroyum, og tí er útgangsstøðið hjá okkum enn gott, sigur løgmaður.
– Men tað er eingin ivi um, at tað talið fer at økjast. Alt annað vildið verið løgið, tí hetta er ein influensa, sum smittar illa. Vit skulu vera ótrúliga heppin, um vit bara uppliva hesi trý, men tað kemur nokk ikki at henda. Fleiri verða smittað, men vit royna at gera, tað vit kunnu, fyri at forða fyri, at smittan breiðir seg, sigur Bárður á Steig Nielsen.