Jóannes Eidesgaard hevur givið avboð til ríkisfundin í Grønlandi Jóannes Eidesgaard, løgmaður, verður ikki á ríkisfundinum, sum er í Grønlandi í dag og í morgin. Við Útvarpið sigur hann, at hann hevur givið avboð av persónligum ávum.
Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, og Hans Enoksen, landsstýrisformaður, fara tó at halda fund, og tað verður í Illulisat.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at hann skal hitta Hans Enoksen um stutta tíð kortini, tí grønlendski landsstýrisformaðurin kemur til Føroya at vitja 7. september.










