EFTA-tingnevndin, sum er í Føroyum, hitti fyrrapartin Kaj Leo Johannesen, løgmann Fyrrapartin heilsaði løgmaður uppá og skifti orð við tingnevndina hjá EFTA, ið er á vitjan í Føroyum.
Kaj Leo Johannesen greiddi millum annað frá europapolitikkinum hjá samgonguni. Fíggjarliga støðan í Ísland varð eisini umrødd, og løgmaður gav til kennar, at landsstýrið ynskir at veita íslendingum hjálp í tann mun, tað er møguligt.
Løgmaður umhugsar at taka málið upp við hinar norðurlendsku stjórnarleiðararnar á Norðurlandaráðsfundinum, sum verður í Helsinki 28. oktober, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.










