Løgmaður hevur játtað at loysa Bárð úr starvi

Løgmannskrivstovan váttar, at løgmaður hevur gjørt av at loysa Bárð Nielsen úr embætinum sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. - Nú Bárður Nielsen hevur gjørt av at taka við stjórastarvi í privatari fyritøku, meti eg tað vera rættast, at hann fer úr starvinum sum landsstýrismaður alt fyri eitt. Eg nýti samstundis høvið at takka Bárði Nielsen fyri tíðina hann ábyrgdarfult hevur røkt starvið sum landsstýrismaður. Eg takki somuleiðis fyri góða samstarvið, ið verið hevur okkara millum í hesum tíðarskeiði, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Til nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum er settur, fer løgmaður sjálvur at sita fyri málsøkinum.