Í morgun hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, lagt út eitt skriv, sum hann hevur sent Høgna Hoydal í samband við flyting av veiðuloyvum og tað frágreiðing, sum fiskimálaráðharrin hevur gjørt í hesum sambandi.
Í brævinum skrivar løgmaður, at víst verður til frágreiðingina um løgfrøðiligu viðurskiftini og fyrisitingarligu gongdina í málinum um at flyta veiðuloyvi frá línuskipum til uppisjóvarskip.
- Innanhýsis er hugt eftir rættarliga partinum av málinum á Løgmansskrivstovuni. Mett verður ikki, at rímilig grund er at halda, at tú hevur framt brot á § 5 í løgtingslógini um landsstýrismannaábyrgd, av tí at tú ikki hevur verið beinleiðis uppí avgerðunum um at flyta veiðuloyvi, men at avgerðirnar eru tiknar av embætisverkinum. Heldur ikki verður mett, sum málið nú er upplýst, at rímilig grund er at halda, at tú hevur forsømt eftirlitsskyldu tína eftir landsstýrismannaábyrgdarlógini § 4, eins og tað heldur ikki er rímilig grund at halda, sum málið higartil er upplýst, at tú hevur sagt ósatt fyri løgtinginum ella, at tú hevur tagt við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í skrivinum.
Víðari staðfestir hann, at hann kortini ikki er nøgdur við gongdina í málinum.
- Men eg eri nøgdur við, at tú fór inn í málið fyri at fáa tað á rætta kós. Eg havi í tíni frágreiðing eisini fest meg við, at tú í tíni eftirmeting av tilgongdini og fyrisitingarligu mannagongdunum er komin eftir, at fleiri viðurskifti eru í tíni fyrisiting, ið ikki eru nøktandi, og at tú ert til reiðar at taka øll neyðug stig til tess at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag. Í fyrsta lagi at rætta mistøkini. Í øðrum lagi at eftirmeta fyrisitingina og fáa hana at virka til fulnar. Her hugsi eg eisini um, at tú verður at gera yvirskipaðar leiðreglur og mannagongdir fyri, hvussu flytingar av veiðuloyvum skulu umsitast, skrivar løgmaður og heitir á Høgna Hoydal um at lata frætta frá sær, tá ið hann er komin á mál við hesum.
Løgmaður hevur gjøgnumgingið frágreiðingina og mett um málið út frá síni eftirlitsskyldu sambært § 33 í stýrisskipan Føroya. Hann hevur mett um málið rættarligt og politiskt.