Vanliga flakavinnan í Føroyum, hevur ongan møguleika at yvirliva og longu um trý til fimm ár er hon vekk.
Tað metir Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Tá ið hann umrøddi uppskotið til fíggjarlóg fyri 2011 í løgtinginum í gjár, staðfesti hann, at fíggjarliga gongur tað serstakliga illa hjá flakavinnuni á landi, sum annars skuldi verða ein vakstrarvinna.
- Øll vita tað, men ongin sigur tað hart, legði hann afturat.
Men nú hevur løgmaður so sagt tað hart!
Og hann metir eisini, at tað fer at henda rættiliga skjótt, at vanliga flakavinnan verður søga í Føroyum.
Hann sigur, at vit koma helst at síggja eina stóra bygnaðarbroyting í okkara flakavinnu, tí hon er ikki nýmótans og skapar ikki tey virði, hon eigur.
- Verða hesar bygnaðarbroytingar ikki framdar, er fiskivinnan á landi vekk um trý til fimm ár, staðfesti hann.
Kortini legði hann dent á, at hóast vanliga flakavinnan hvørvur, er rávøran ikki vekk kortini.
- Fiskurin svimur framvegis í sjónum og hann skal framvegis fiskast og virkast, so arbeiðsplássini hvørva ikki, staðfesti løgmaður.
Kortini ivast hann ikki í, at framyvir fer ein partur av fiskinum at verða virkaður umborð á skipunum.
Tað einasta, sum kann forða tí, er at vit fáa nýggja tøkni, sum varðveitir fiskin spillfeskan, tí tað, vit í dag bjóða okkara viðskiftafólki niðri í Evropa undir heitinum ?feskur fiskur?, er alt annað enn feskur, sigur hann.
- Tað er ikki nøktandi og tí síggi eg fyri mær eina framtíðar fiskivinnu, har størri parturin verður virkaður umborð.
Men hann sær eisini fyri sær, at í framtíðini fara vit at fáa virki á landi, sum gera smærri serframleiðslur av ymsum slagi.