Tað er ikki loyvt at krevja ómaksgjald fyri at selja upp á borg. Tað er niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum. Málið snýr seg um Sandavágs Timburhandil, sum álegði einum brúkara eitt faktura ómaksgjald upp á 25 krónur í samband við sølu upp á borg.
Grein 15 í marknaðarføringslógini, stykki eitt, krevur, at avtalan millum veitara og brúkara leggur dent á treytirnar fyr iinnkrevjing av nýggjum-, ella broyting av ómaksgjaldi á neiligan hátt fyri brúkaran. hetta inniber, at avtalan greitt skal tilskilja, eftir hvørjum korum ómaksgjøld kunnu broytast ella innkrevjast. Tað er til dømis ikki nóg greitt einans at taka fyrivarni fyri broytingum í prísi og ómaksgjøldum.
- Brúkaraumboðið metir, at góður brúkaraverndarsiður sambært grein 15, stk. 1 kundi verið, at treytirnar fyri ómaksgjøld verða upplýstar á baksíðuni á fylgiseðlinum, brúkarin fær eftir keyp, hetta vildi givið brúkaranum møguleika fyri at meta um endaliga kostnaðarstøðið í avtaluni, og um broytingarnar í ómaksgjøldum eru í tráð við avtaluna, sigur Andrass Holm Arge, brúkaraumboðsmaður.
Niðurstøðan í málinum er tí, at Sandavágs Timburhandil ikki hevur havt heimild at krevja inn ómaksgjald fyri sølu upp á borg.
Sandavágs Timburhandil hevur góðtikið niðurstøðuna og Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið.