Ólógligt at drekka í gøtunum

Tað kann vera hent hjá føroyingum. sum fara til Hetlands at vita, at nú er ólógligt at drekka á gøtunum og á øðrum almennum støðum

Rúsdrekkabann

Nógvir føroyingar ferðast hvørt einasta ár til Hetlands at halda feriu. Ikki minst í summar kann væntast ein rættilig innrás av føroyingum í grannalandinum fyri sunnan, tí nú verða oyggjaleikirnir hildnir í Hetlandi og tað dregur nogv fólk til sín.
Vónandi fer tað ikki at taka glansin av stuttleikanum, at hetlendingar júst hava sett forboð ímóti at drekka á á gøtunum og á øðrum almennum støðum í høvuðsstaðnum, Lerwick.
Kortini verður lagt afturat, at í serligum føri verður forboðið tikið av, eitt nú tá ið serligar býarveitslur eru.
Tað er løgreglan í Lerwick sum í longri tíð hevur strongt á myndugleikarnar fyri at fáa teir at seta forboð fyri at drekka á almennum støðum. Løgreglan vil koma ófantaligum atburði á almennum støðum til lívs og hon gevur rúsdrekka ein stóran part av skyldini fyri, at tann ljóta atburðin hjá summum.
Sostatt er løgreglan sum vera mann, fegin um forboðið og politimeistarin í Lerwick sigur við Shetland Times, at hetta verður eitt hent amboð í royndunum at koma ófriði í miðbýnum í Lerwick til lívs.
? Eg ivist ikki í, at forboðið fer at gera Lerwick til tryggari, sigur hann.
Við hesum sigur hann als ikki, at tað er ótrygt at ganga í gøtunum í Lerwick sum er, tí tað er nógv tryggari enn aðrastaðni í Bretlandi.
Samstundis er talið á politistum í Lerwick eisini økt nokk so fitt seinastu tíðina. Tað hava verið 33 politisar í Lerwick, men nú eru teir 40. Harafturat hava teir 13 eykapolitistar.
Ikki øll eru so fegin um forboðið. Onkur býráðslimur sigur, at hetta ger vanligar borgarar til lógbrótarar.
? Flotar tú ein bát, kanst tú ikki bjóða hjálparfólkunum eina øl aftaná uttan at bróta lógina. Og grillar tú á strondini eitt summarkvøld og hevur eitt glas av víni afturvið, ert tú eisini lógbrótari, sigur býráðslimurin, Gussie Angus.
Ein annar býráðslimur, Jim Henry, stúrir eisini fyri, at hetta fer bara at flyta trupulleikarnar útum Lerwick.