Heilsutrygd verður eftir ætlan broytt í næstum.
- Herfyri fingu vit skriv til hoyringar, sum leggur upp til, at egingjaldið hjá børnum undir 18 ár verður avtikið, men at egingjaldið hjá teimum, sum brúka nógvan heilivág, skal hækkast fyri at fíggja hetta.
Feløgini í Samtak fegnast um, at lógin um heilsutrygd ætlandi verður broytt, so at børn og ung undir 18 ár ikki longur skulu gjalda nakað egingjald fyri heilivág.
- Henda broyting kemur serstakliga væl við hjá lágløntum barnafamiljum, ið hava sjúk børn.
Mælt verður tó til, at kostnaðurin fyri hesa broyting ikki verður tikin við gera tað dýrari hjá teimum, sum krevja nógvan og dýran heilivág, sum skotið er upp. Heldur skuldi tað almenna heilsutrygdargjaldið verið hækkað, soleiðis at øll eru við at fíggja omanfyrinevndu broyting, sum er mett at kosta 1,5 miljónir krónur.
- Hetta er ein betri og rættvísari broyting, og fer ikki at raka tey, sum frammanundan eru sjúk, og tískil mugu brúka nógvan heilivág, sigur Samtak.
Lagt verður aftrat, at fólk, sum eru sjúk og hava lágar inntøkur, hava ikki ráð at gjalda høgt egingjald fyri heilivág. Tískil hevði verið gott og gagnligt, um kostnaðurin fyri ta góðu broyting við at strika egingjaldið hjá børnum varð tikið frá øllum umvegis heilsutrygdargjaldið.
- Vit mæla til, at heilsutrygdargjaldið verður gjørt til eitt samhaldsfast stigvíst hækkandi prosentgjald. Mælt verður frá at áleggja pensjónistum ella øðrum lágløntum bólkum at gjalda brúkaragjøld/egingjøld av hjálpartólum. Láglønt hava ikki ráð at gjalda fleiri og hægri sosial gjøld, sigur Samtak.