Tíðindaskriv:
Lagið ber brá av longsli; hvussu hann ein misti, tó er til staðar í náttúrunar andadrotti og ikki minst innan í einum sjálvum.
Elinborg sigur:
''Eg havi arbeitt saman við Per L. Højgaard Petersen, ið hevur framleitt lagið, og eisini komandi útgávuna -- Umframt tað, havi eg eisini fingið listarligt input frá nógvum dugnaligum fólkum rundan um meg. Tað er ein sera góð kensla, aftur at útgeva tónleik, og eg gleði meg sera nógv, at vísa fólki, hvat eg havi arbeitt uppá hesi seinastu árini''.
Í løtuni fyrireikar Elinborg seg, saman við sínum bólkið Heðin Ziska Davidsen og Jan Rúna Poulsen, at fara á konsertferð saman við Eivør og Asgeir í Septembur. Hetta er ein stór konsertferð runt í UK og Europa, har tey spæla heili 31 konsertir.
Tit kunnu hoyra staklagið 'Blóð' her:
Heimasíða: