Hetta vælumtókta danska konsertkonseptið gevur áhoyrarunum eina heilt øðrvísi løtu, har seks altjóða country-artistar og sangskrivarar deila pallin í eini sonevndari Writers Round.
– Umframt at framføra sangirnar, fortelja tónleikararnir um sangirnar, teir hava skrivað, fortelur countrysangarinnan Kristel Lisberg, sum er við til at skipa fyri.
– Tað snýr seg um storytelling, og tað er rættiliga intimt og spennandi. Country er jú í stóran mun storytelling. Tekstirnir í sangunum hava so ótrúliga nógv at siga, sigur hon.
Kristel Lisberg luttekur eisini sum tónleikari.
Hon er harumframt á plakatini á danska Nashville Nights í Odense, sum verður í døgunum 11-14 september.
Hesi luttaka:
##med2##