Vit elska at gera fólk til avlamis- og fyritíðarpensiónistar, men tá nakað skal gerast fyri tey, so sum atkomumøguleikar á almennum støðum, ber ikki til meira, segði Leila Solmunde á landsfundi Fólkafloksins í Sandavági leygardagin.
Vit duga ikki at raðfesta, segði hon. Tað er viðhvørt neyðugt at brúka pengar fyri at vinna pengar.
Í hesum sambandi vísti hon til eina ferð til ein viðgerðarstovn í Turkalandi, hon hevur vitjað. Hesin stovnur verður nógv brúktur av Noreg, sum sendir fólk við rørslutarni til viðgerar her. Tað vísir seg so aftaná, at tey vera nógv betri før fyri at røkja starv sítt á arbeiðsmarknaðinum. Fólk verða betri fyri og spara harvið tí almenna nógvar pengar í pensiónum, vísti hon á.
Hon saknaði ein langsiktaðan politikk á økinum, segði hon. Men fyri at slíkt kann gerast veruleiki, krevst at onkur poltikari tekur hetta í álvara og ikki bara ætlar og heldur, at vit skuldu havt tað so ella so.
Hon ásannar, at seinnu árini er nógv hent. Men tá hugsað verður um áramálið, heldur hon, at tað er ógvuliga lítið komið burtur úr kortini.