Løgin logikkur hjá Jørgeni

Jóannes Eidesgaard
----------

Hóast eg als ikki hevði ætlað mær persónliga at gjørt viðmerkingar til løgnu niðurstøðurnar hjá Jørgen Niclasen um Fíggjarmálaráðið, so kenni eg meg nú noyddan at gera tað. Um ikki annað, so fyri at sannleikin eisini fær rúmd.
Meðan vit sótu í landsstýrinum frá 1994 til 96 við Edmundi Joensen sum løgmanni, gjørdi løgmaður av at fáa eina danskan embætismann at siga okkum, hvussu miðfyrisitingin skuldi skipast. Vit í Javnaðarflokkinum og mong onnur sóu skjótt, hvønn veg tað bar við einari skjótt vaksandi og dýrkandi almennari umsiting. Hetta hevur so eftirtíðin ríkiliga prógvað. Tá ið royndin at steðga hesum ikki fekk undirtøku, valdu vit at fara úr tí samgonguni.
Sum einasta ráð av øllum táverandi aðalráðum, valdi Fíggjarmálaráðið ikki at fylgja leistinum hjá Normann-Christensen. Ráðið og landsstýrismaðurin ynsktu snøgt sagt ikki at draga øll direktoratinum inn undir sjálvt ráðið. Tað var ein skilagóð avgerð, lat tað verða sagt. Mangt bendir á, at onnur aðalráð nú eisini síggja hetta, tó als ikki Uttanríkisráðið.
Í 1998 var táverandi Fíggjar-og búskapardeildin í landsstýrinum umskipað til Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið ráðgevur landsstýrismanninum í fíggjarmálum og tekur sær av planleggingini og stýringini á økinum hjá landsstýrismanninum t.v.s. innan fíggjarmál, búskaparmál, skattamál og lønarmál.
Stórur dentur var lagdur á ikki at hava málsviðgerð av einstaka borgaranum og einstøku fyritøkuni í sjálvum ráðnum. Hetta var gjørt fyri, at landsstýrismaðurin ikki skuldi enda sum eitt slag av supermálsviðgerða og fyri rættarkensluna hjá borgarunum, soleiðis at einstaki borgarin ikki skuldi fáa ta fatan, at politisk atlit vóru tikin, tá avgerðir um hansara viðurskifti vóru tikin.
Hetta førdi m.a. við sær, at táverandi løgmaður Edmund Joensen hótti táverandi landsstýrismann í fíggjarmálum Anfinn Kallsberg við uppsøgn, tí hann ikki lýðin fylgdi boðunum frá teimum, sum nú vóru spent fyri at gera ætlanirnar hjá hesum stóra danska reformatori til veruleika. Men so kom eitt løgtingsval, og Fíggjarmálaráðið slapp nøkulunda snikkaleyst undan Normann-leistinum, tí næsti løgmaður gjørdist sami Anfinn Kallsberg.
Eitt annað úrslit av hesi støðutakan er, at Fíggjarmálaráðið hevur ein flatan bygnað í mun til øll hini ráðini. M. a. eru ongar deildir í Fíggjarmálaráðnum og tí heldur eingir deildarstjórar. Í so máta má sigast, at Uttanríkisráðið hevur kanska verið tað ídnasta til at fylgja boðunum frá Normann við sera nógvum deildum og eins nógvum deildarstjórum. So her er sanniliga munur á uppfatanini hjá núverandi og táverandi formanni í Fólkaflokkinum.
Fíggjarmálaráðið er projekt-orienterað. Tann, sum bestur er til tað, átekur sær uppgávuna. Manningin er í dag 7 starvsfólk - tann sama sum í 1998. Minni enn tvey ársverk verða brúkt frá direktoratunum Taks og Gjaldstovuni.
Men venda vit nú aftur til Jørgen Niclasen og hansara niðurstøður og brúka hansara logikk, so er Heilsumálaráðið »enormt«. Tí sambært honum skulu vit telja við øll starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. So fer ráðið upp um 1000 starvsfólk. Almannamálaráðið er enntá uppaftur størri og ivaleyst eisini Mentamálaráðið við øllum sínum lærarum. Men øll vita jú, at soleiðis hanga viðurskiftini als ikki saman, og tað veit Jørgen sjálvandi eisini.
Men kann hann flyta fokus frá útskeldaða Uttanríkisráðnum, so er tað ivaleyst royndina vert. Men harvið gerst tað ikki til meira sannleika, men er framvegis bert eitt roykslør til tess at flyta fokus.