Tað var TAKS, sum kom á løgreglustøðina við knívinum, tí at Posta hevði gjørt vart við knívin í eini postsending. Toll-eftirlitið hevði tikið knívin og komu á løgreglustøðina við honum. Har var avgjørt at leggja hald á knívin og at ákæra móttakaran av pakkanum, ein ungan mann í tjúgunum, fyri brot á vápnalógina.
Ungi maðurin noktaði seg sekan og setti spurnartekin við avgerðina hjá løgregluni um at leggja hald á knívin. Hann førdi fram, at løgreglan fleiri ferðir hevði lagt hald á ein annan knív hjá sær, men hann mátti hon hvørja ferð geva honum aftur, tí tann knívurin var lógligur. Hesin nýggi knívurin var minni enn tann gamli, so hann dugdi ikki at síggja, hví hann skuldi verið ólógligur. Hann vildi vera við, at talan er ikki um sonevndan springknív ella butterflyknív, sum eru nevndir í vápnalógini.
Løgreglan hevur kannað knívin nærri og er at ví fatan, at talan heilt víst er um ólógligan knív. Løgreglan vísir á, at knívurin kann útloysast við einari hond, við at trýsta á ein hana. Einasti munurin millum hendan og vanligan springknív er, at á einum springknívi er tað ein knapp, ein trýstir á, meðan her er tað ein hani.
Vandin við slíkum knívum er, at tú kanst draga hann og skaða ein annan, áðrenn viðkomandi varnast, at ein knívur er drigin. Tørvur er ikki at brúka báðar hendur og tí kann tað koma óvart á fólk, at blaðið brádliga er drigið.
Við felliknívi mást tú brúka báðar hendur, og tað tekur tíð at fella knívin út. Við hesum trýstir tú á ein hana, og so springur knívurin út.
Dómarin gav løgregluni viðhald í at leggja hald á knívin. Løgreglan fer nú at kanna knívin nærri og skilja hann at, áðrenn farið verður víðari við málinum.