Lögdu hald á 170 kilo av rúsevni

Løgreglan í Italia tók í dag tríggjar albanar, sum eru undir illgruna fyri at hava smuglað rúsevni, og í sambandi við handtøkurnar legði løgreglan hald á 170 kilo av rúsevninum heroin. Sambært myndugleikunum er talan um ta størstu nøgdina í Italia í mong ár.

Italsku myndugleikarnir halda, at rúsevnið er smuglað úr Pakistan og Afghanistan til Balkan og haðani til Italia.

Italska løgreglan hevur arbeitt við hesum málinum í eitt ár, og hesa tíðina hevur hon hildið eygað við italskum og norðurafrikonskum rúsevnaseljarum. Í dag varð avgjørt at fremja húsarannsóknir í tveimum húsum, og tað vísti seg, at ein rúsevnaverksmiðja var í øðrum húsunum. Tað var eisini har, løgreglan tók teir tríggjar albansku menninar.