Lóg og skil við skili

Tað eru løgreglumenn, sum eru settir at ansa eftir, at lógir landsins verða fylgdar. Tað er gott og tryggjar okkum ordan og landaskil. Men so eru tað volanterarnir, tey, ið hava fingið sum kall, at tala at øllum tí skeiva, tey síggja á teirra leið gjøgnum lívið

Victoria Absalonsen

Fartelefon gott ella ringt

Eg helt meg vera lógliga - kom so hampulig koyrandi gjøgnum Havnar bý. Júst sum eg fari um ljóskurvarnar í J. Patursonargøtu ringir fartelefonin. Eg helt tað vera børnini og skundaði mær at taka hana. Men í hinum endanum var mamma mín. Bíða eitt bil sigi eg, leggi telefonina í fangið, meðan eg hugsi um, tá eg mitt í novembur koyrdi júst somu leið, tá snakkandi í telefon.

Vatn - ein basalur tørvur

Eg skal ikki pussa nakra gloriu og lata nakran fáa tað fatan, at eg ikki havi tosað, meðan eg koyri.
Tað havi eg, og uttan nakra serliga orsøk, men henda góða novemburdag var tað "ein erlig sak". Frensapissarin var tómur, rúturin so skitin, sum hann kann blíva, tá man koyrir í vátum veðri aftanfyri lastbilar og annað gott til Havnar úr Leirvík. Sýnið var so ringt, sum tað kann verða, tá sólin skínur beint inn á ein skitnan rút. Tískil tók eg telefonina og ringdi til eina vinkonu, sum var ávegis ímóti mær, og skuldi koyra við mær. Ætlaði at fáa hana at taka eina fløsku av vatni við.

Løgreglan

Nú kom sólin beint á skitna rútin, og eg sá ikki fram um nøsina. Eg blinkaði inn til síðuna og stillaði meg at bíða eftir vinkonuni. Við eitt fer hurðin upp, og ein løgreglumaður setur høvdið inn í bilin. Tú hevur tosað í telefon, meðan tú koyrdi, sigur hann. Ja, har er onki hjá mær at gera, tað kann eg ikki mótmæla.

Ongin góða mamma

Góðtekur tú tað, spyr hann so. Jú, sjálvandi, sigi eg. Ja, vit sóu teg báðir, sigir hann so, líka sum at staðfesta, at har er onki at gera. Tað ljóðar næstan, sum hann er skuffaður av, at eg ikki royni at sleppa mær undan skuldsetingini. Men eg royni kortini at tosa til hansara góðvilja, og greiða frá, hvat trupulleikin er. Men her hjálpir ongin góða mamma. Bótin verður skrivað og harvið verður tað.

Maðurin , drongurin og omman

Við hesi hending í minninum, koyri eg til nærmasti plássið, har eg kann seta bilin eina løtu, so eg fái tosað við mammu. Vit tosa um leyst og fast, og samstundis eygleiði eg tað, sum gongur fyri seg rundan um meg. Ein gomul omma fer so fitt við einum beriposa gangandi framvið. Ein drongur við einum bólti rennur oman eftir vegnum. Og har kemur ein maður spákandi oman eftir gongubreytini. Eg hugsi um, hvussu hugnaligt tað er. Mitt í allari ferðsluni eru hesi menniskju, sum mynda Havnina. Sjálvt um alt tykist at fara fram við fullari ferð, so eru tey prógv um, at vit liva. Meðan eg soleiðis siti og hugsi, gongur samtalan við mammu víðari.

ES og Føroyar

Men við eitt vekk verður hurðin á bilinum ript upp. Eg blívi eitt sindur illa við, tað má eg siga. Kenni ikki mannin, men síggi at tað er maðurin, sum eg júst hevði eygleitt. Hann hyggur beint í eyguni á mær, og sigur við andakt í røddini: "Sambært ES-reglunum er bert loyvt, at hava bilin í tómgongd í ein minutt" Hart tikin, men tó so mikið at mær komin, at eg við einum smíli geri honum greitt, at vit ikki eru í ES.

Her ráði eg

Onki hjálpir, hann blívir við, og biður meg aftur um at sløkkja motorin. Eg haldi tó uppá mítt, og sigi, at eg ikki sløkki bilin fyri hansara skyld. Nú kemur hann hálvur inn í bilin og bjóðar seg til at sløkkja fyri meg. Men eg eri støðuføst og sigi, at tað er bert ein skipari á Polo. So fer hann avstað, og eg siti eftir sum Kánus.

Bjálkin og flísin

Men knappliga leggi eg til merkis, at eftir honum hongur ein deymur av tubbaksroyki. Nú eri eg hørm um, at eg ikki var nóg kvik. Mær vitandi, er til dømis í ymsum statum yviri í Amerika, ikki loyvt at roykja alment. Og so er royking eisini vandamikil fyri heilsuna. Men alt hetta kom mær ikki í huga fyrr enn ovseint. Hetta fekk meg at hugsa um, hvussu skjót vit eru at síggja feilirnir hjá hinum og mintist orðatakið um bjálkan og flísina.
Enn einaferð bleiv eg mint á, at eg havi nóg mikið við meg sjálva - og at vit jú ongantíð verða før fyri at frelsa allan heimin...