LÍF biðið Kurt Mørkøre hjálpa sær

Fótbóltur: Lorvíkingar hava verið í samband við Kurt Mørkøre fyri at fáa hann heim at hjálpa teimum í uppflytingarstríðnum móti Sumba

LÍF ætlar sær upp í 1. deild.

Tað siga teir sjálvir, og ætlanin, sum teir í stilli hava arbeitt við hesa vikuna, prógvar eisini, at tað eru meira enn orð aftanfyri ynski.

Lorvíkingar settu seg miðskeiðis í vikuni í samband við Kurt Mørkøre, sum er yrkisspælari og toppskjútti í norska felagnum Sogndal.

Orsøkin til tað var, at lorvíkingar vildu hava spælaran, sum var ein týðandi orsøk til greipusigurin hjá KÍ í ár, heim til Føroya at spæla fyri teir.

LÍF endaði næstovast í 2. deild, og teir skulu spæla mót næstniðasta liðnum í 1. deild, Sumba, um eitt pláss í 1. deild næsta ár. Tveir dystir skulu spælast fyri at finna 1. deildarliðið ? tann fyrri verður í Lorvík í dag, og tann seinni verður í Sumba næsta vikuskiftið.

Og í LÍF leggja tey so nógv í hesar dystir, at teir í vikuni hava arbeitt við eini ambitiøsari ætlan um at fáa Kurt Mørkøre á teirra lið. Tá okkara blað fór til prentingar í gjár, var framvegis ikki greitt, hvussu endin fór at verða á hesi søgu.


Kurt sinnaður

at koma heim

Kurt Mørkøre var sinnaður at koma heim til Føroya at hjá lorvíkingum. Kurt Mørkøre, sum er hálvur lorvíkingur, hevur áður spælt fyri LÍF, og hann vildi gjarna taka eitt tak fyri LÍF, nú teir royna at vinna sær pláss í bestu deildini.

Eisini formaðurin í Sogndal var sinnaður at lata Kurt fara heim at spæla, men venjarin hjá Sogndal vildi ikki kennast við ætlanina. Sogndal hevur ein dyst eftir at spæla í norsku kappingini, og venjarin hjá Sogndal vildi ikki hoyra um, at hann skuldi verða sín toppskjútta fyriuttan til hendan dystin.

Sogndal hevur frí hetta vikuskiftið, tí landsdystir verða spældir kring alt Europa, og seinasti dysturin verður tí næsta vikuskiftð. Tí hevði tað latið seg gjørt hjá Kurt Mørkøre at koma heima at spæla við LÍF í dag, men trupulleikin hevði so verið, at hann ikki slapp at spæla í Noregi aftur fyrr enn um 10 dagar, og so hevði hann ikki kunna verið við í seinasta dystinum hjá Sogndal, sum er um eina viku.

Tí verður endin tann, at antin spælir Kurt Mørkøre báðar dystirnar fyri LÍF móti Sumba, ella verður hann als ikki við.

Tá vit tosaðu við LÍF stutt fyri evstamark her á blaðnum í gjár, vóru teir ikki so bjartskygdir, sum teir vóru fyrr í vikuni. At venjarin hjá Sogndal hevði sagt kortanei til at lova Kurt heim til Føroya áðrenn seinasta dystin hjá Sogndal var tikið sum eitt tekin um, at tað helst ikki fór at lata seg gera at fáa styrk til dystin móti Sumba.

Men lorvíkingar skuldu í gjár hava samband við norðmenn aftur fyri at fáa eina endaliga avgerð frá teimum, og tað var eftir okkara evstamark.


Bæði liðini fullmannað

Bæði lorvíkingar og sumbingar eru fullmannaðir til dystin í dag. Tá LÍF spældi seinasta landskappingardystin í ár, sótu onkrir stuðulsspælarar uttanfyri, tí teir manglaðu bara eitt gult kort í at fáa leikbann. Millum teir vóru teir báðir pólverjarnir á liðnum, Mirek Gil og Tomek Resel, og teir eru tí klárir at spæla í dag.

Sumbingar fingu einki kort, tá teir vunnu seinasta dystin í vanligu kappingini móti VB. Bert eitt kort var givið í hesum dysti, og tað fekk ein vágbingar. Sumbingar verða tí ikki plágaðir av leikbanni til dystin í dag, og hvørjaferð sumbingar hava havt fulla manning, hava teir fingið góð úrslit ? millum annað javnleik móti HB og GÍ.

Hesa vikuni hava sumbingar verið á fjalli, og um kvøldarnar hevur verið flett. Tí hevur verið trupult at fingið fatur í spælarunum, tí teir hava allir verið við í slaktinum. Vit hava tó frætt úr Sumba, at tað eru bara jugoslavarnir á liðnum, sum hava havt frí frá flettingini.

Aftur í gjár vóru teir á fjalli, og spurningurin er so, hvussu sumbingar verða fyri til dystin í dag. Men stendur tað til sumbingar, so verða lorvíkingar riknir av vøllinum í dag...

Dómari í dag verður Suni Johansen.