Kynslig misnýtsla er allastaðni

Morgunroðin staðfesti í morgun ovurhonds stóra tørvin á upplýsing og vegleiðing um kynsligan ágang móti børnum. Sendingin verður aftur at hoyra á Rás2 klokkan 2205 í kvøld. Tørvurin á upplýsing og vegleiðing um kynsligan ágang móti børnum er ovurstórur.

Tað staðfestir Guðmundur Guðmundsson, formaður í ungdómsdeildini hjá B36, og ein av stigtakarunum til eitt stórt átak móti kynsligari misnýtslu av børnum.

Somu áskoðan hevur Gvøðbjørg West, forkvinna í felagsskapinum KRIS, sum er ráðgevingin fyri seksuelt misbrúkt.

Bæði vóru við í sendingini Morgunroðin á Rás2 í morgun.

Lurtarar høvdu møguleika at skriva inn, meðan sendingin var í luftini.

Fleiri nýttu høvið, og úrslitið var ræðandi:

?Eg eri misnýtt av gubba mínum sum 5 ára gomul. Tað sama er nú hent dóttir míni.?

?Eg havi eisini verið úti fyri slíkum. Tað var ein gamal maður, sum búði tætt við hjá mær.?

?Umskylda, men tykkara evni er for hart fyri meg at hoyra. Tað knúsar meg innan, tí mín fortíð forfylgir mær, og tað er ringt at liva við.?

Trý dømi um sms´ir frá lurtarum.

Móti endanum tók sendingin eina óvæntaða vend, tá annar av vertunum brádliga sjálvur hevði okkurt at fortelja frá síni fortíð.

Sendingin, har evnið var kynslig misnýtsla, fyrst og fremst móti børnum, verður aftur at hoyra her á Rás2 klokkan 2205 í kvøld.