Kyndlagonga verður á Sandi nýggjársaftan klokkan 20, og gingið verður við kyndlum úr Støðni, norður eftir Heimasandsvegi, og kyndlaberararnir enda við at tveita kyndlarnar á bálið, sum verður niðan fyri Áargarð.
Á Sandi siga fyrireikararnir til nýggjárshaldið, at kyndlaberarar verða bidnir um at møta Úti í Støð gamlaárskvøld klokkan 20, og heitt verður á fólk um at møta fjølment.
- Eftir bálið og fýrverkið verður suppa og annað gott at fáa í Ungmannafelagshúsinum, og seinni verður eisini dansur, har Das-Band fara at spæla góðan dansitónleik.
Fyrireikararnir leggja aftrat, at koyrt verður runt í kommununi at heinta brennbært rusk, og fólk eru eisini vælkomin at koyra rusk, sum tey hava liggjandi, á bálið.