Kyndil vann trygt á Neistanum

Stóri munurin á liðunum var, at Kyndil gjøgnum allan dystin hevði nógv betur tendring enn Neistin.

Tað kostaði kanska nógvar útvísingar, men manglandi ferðin hjá Neistanum og stríðsviljin hjá Kyndli syrgdi fyri, at Neistin sjáldan fekk nakað munagott burtur úr hesum.

Eina ferð eftir steðgin vann Neistin seg upp á javnt, men tá svaraði Kyndil hart aftur, soleiðis at munurin øktist upp í seks mál. Og so var leyst og liðugt.

Besti málskjútti hjá Kyndli var Bárður Johannesen við 9 málum. Birgir Poulsen skeyt 7 av málunum hjá Neistanum.

 

Kyndil-Neistin 29-24 (14-12)