Kyndil-KÍF 34-30 (15-12)
Talan var um ein rættiliga tættan dyst í Høllini á Hálsi í Havn í dag.
Kyndil hevði fyri tað nógva munin, men kollfirðingarnir vildu tó ongan tíð sleppa takinum, og framt til seinastu sjey minuttirnar var millum lítið og einki á mundi.
Tá eydnaðist tó treimum grønu at sleppa avstað, og við fimm málum á rað tóku teir fullkomuliga luftina úr mótstøðuni.
Við sigrinum er Kyndil nú komið upp á fýra stig, meðan KÍF verður standandi á tveimum.
Besti málskjútti hjá Kyndli var Høgni Klein, sum skoraði 11 av málunum. Fyri KÍF skeyt Arnbjørn T. Hansen 9 mál