5?MANNAFØR DREINGIR
Tað var einki, sum á fyrstu metrunum í fyrsta róðrinum leygardagin bendi á, at dreingirnir umborð á Sílinum skuldu gerast mest sannførandi vinnararnir á norðoyastevnu. Havfrúgvin úr Vestmanna, sum vann FM í 1999, fekk besta startin, og Tjaldrið, sum vann FM í 2001 og aftur í 2001, var væl við fyrstu løtuna.
Men tá ið hálvur teinurin var rógvin, var Sílið, sum í fjør var FM vinnari, væl frammanfyri hinar.
? Stýrimaðurin hjá okkum segði, at Havfrúgvin í startspurtinum var eina bátslongd frammanfyri okkum. Tað var ikki fyrrenn startspurturin var av, og vit róðu lunnaróður, at vit tóku Havfrúnna, og so gekk sera væl. Tá ið vit komu framvið Kósabrúnni ivaðust vit ikki í, at vit vóru væl frammanfyri vestaru bátarnar, sigur Sigtór Lützen.
Hann er bátsformaður umborð á Sílinum, og hann er royndasti maðurin umborð. Allir hinir, sum í fjør vóru við til at vinna FM, eru farnir av, tí teir vóru ov gamlir. Sigtór hevur mannað bátin av nýggjum, og hann hevur funnið mesta partin av bátsfeløgunum millum sínar liðfelagar:
? Vit eru fýra, sum spæla hondbólt við Kyndli, so vit kendust rættuliga væl, tá ið vit fóru undir venjingina. Vit hava vant síðani í januar. So í meiri enn tveir mánaðir var bæði hondbólturin og kappróðurin á skránni.
Sigurin á norðoyastevnu smakkar serliga væl hjá bátsformanninum,tá ið hann minnist aftur á árið í fjør.
? Tá vóru vit nummar fýra á norðoyastevnu, og vit vórðu kolldømdir á Skálafjørðinum. So vunnu vit tríggjar róðrar. Í ár hava vit so fingið betri start, enn vit fingu í fjør. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast.
Kappingin um tey fýra plássini aftanfyri Sílið var rættuliga tøtt. Tað slitnaði ikki sundur millum Blik, Tjaldrið, Havfrúnna og Fípuna Føgru. Annað vikuskiftið fæst at síggja, um nakar av teimum fer at megna at gera nakað við Sílið, sum í Klaksvík var so nógv fremst.