Hondbóltsgallakvøldið í Vági er nú skotið ígongd. Borðhaldið er væl og virðiliga byrjað, og nú eru fyrstu virðislønirnar eisini handaðar.
Tær báðar fyrstu virðislønirnar vóru sonevnda fair-play steypið, sum verður latið liðunum, sum hava skikkað sær best farna kappingarárið.
Talan er sostatt ikki um atkvøðugreiðslu men um samanteljing, og hendan vísti, at hjá kvinnunum var Kyndil tað liðið, sum hevði skikkað sær best.
Hjá monnum var tað Neistin, sum fekk heiðurin.