Tað var grannauppgerð í høllini á Hálsi í kvøld, har kvinnurnar hjá Neistanum og Kyndli hittust. Neistin var undan dystinum einasta liðið í deildini við fullum stigatali fyri tveir dystir, men tað er ikki støðan longur, nú tað eydnaðist Kyndli at vinna 30-26 eftir at hava verið á odda 13-9 í hálvleikinum.
Úrslitið ber við sær, at Kyndil hevur yvirhálað Neistan og fyribils er nýtt oddalið í fremstu deildini hjá kvinnum.
Lesið beinleiðis frásøgnina, sum in.fo hevði frá dystinum, niðanfyri:
Liðugt: 30-26 til Kyndil.
59min.: 30-26 til Kyndil. Bjarta O. Johansen staðfestir sigurin hjá Kyndli.
58min.: 29-26 til Kyndil. Enn ein útvísting til Neistan. Nicoleta R. Hansen steðgar Turið Arge, men Fríða Petersen bjargar brotskastinum. Í næsta álopi fær Kyndil eisini útvísing.
57min.: 29-26 til Kyndil. Annika Thomsen við tveimum skjótum málum!
57min.: 29-24 til Kyndil. Turið Arge verður spæld leys, skorar og í somu atløgu fær Ása Christiansen hjá Neistanum tveir minuttir. Hetta var mønustingurin hjá Neistanum.
57min.: 28-24 til Kyndil. Gudrun R. Olsen hevur fingið tveir minuttir, men Annika Thomsen misnýtir frá vonginum.
55min.: 28-24 til Kyndil. Jacklin stríðir seg til enn eitt mál. Neistin ger eina seinastu roynd við at mansverja bæði Bára K. Hansen og Gudruna R. Olsen.
54min.: 28-23 til Kyndil. Gudrun R. Olsen økir og Neistin tekur time-out.
53min.: 27-23 til Kyndil. Nú hevur Nicoleta R. Hansen meldað seg inn í dystin og skotið tvey mál.
51min.: 27-21 til Kyndil. Seinasta mál átti Randi S. Wardum eftir at fanga bóltin eftir at Fríða Petersen bjargaði brotskasti hennara.
49min.: 25-20 til Kyndil. Kyndil er við at draga frá og ger skjótt av í álopspartinum við máli so at siga hvørjaferð.
47min.: 23-19 til Kyndil. Neistin roynir seg nú við at mansverja Báru K. Hansen, men tað hepnast illa, tí longu í fyrsta álopinum brýtur hon seg leysa og økir til 23-19.
46min.: 22-19 til Kyndil. Mál verða skotin í hvørjum einasta álopi í løtuni.
45min.: 21-18 til Kyndil. Randi S. Wardum økir fyri Kyndil, men Bára Hansen minkar við brotskasti. Neistin vil ikki sleppa Kyndli, men tað verður ilt at halda fast við um Kyndil skorar í hvørjum álopi.
43min.: 20-17 til Kyndil. Í løtuni er tað Jacklin Durhuus, sum heldur Neistanum inni í dystinum.
42min.: 19-15 til Kyndil. Enn einaferð gevur Neistin Kyndli eitt brotskast, og aftur hesaferð er tað Randi S. Wardum, ið skorar.
41min.: 18-15 til Kyndil. Ein stríðandi Jacklin Durhuus minkar um munin í undirtalsstøðu.
39min.: 18-14 til Kyndil. Neistin hevur fingið ein dyggan smeit, nú Milica Rankovic á triðja sinni hevur fingið tveir minuttir og harvið hevur fingið reyða kortið. Hon hevur spælt sera væl í seinna hálvleiki, men nú hon setti hendurnar í andlitið á Turið Arge, fekk hon durðafjórðingin frá dómarunum.
38min.: 17-14 til Kyndil. Randi S. Wardum hevur tikið við ábyrgd nú Anna A. Brimnes er uttanfyri við skaða. Hon langar bóltin í mál útifrá, men nøkur sekund seinni ger ein nú vælspælandi Milica Rankovic tað sama í hinum endanum.
37min.: 16-13 til Kyndil. Tað eru Birita Wardum og Milica Rankovic, sum halda lív í álopsspælinum hjá Neistanum. Hesaferð spælir Birita Milicu leysa, og so er aftur mál.
36min.: 16-12 til Kyndil. Neistin hevur givið Kyndli eitt hav av málum umvegis brotskast. Hesaferð var tað Randi S. Wardum, sum tók sær av brotskastinum.
35min.: 15-12 til Kyndil. Loksins vísir Milica Rankovic sínar dygdir eftir eitt linligt avrik í fyrra hálvleiki. Hon minkar um munin við dundurskoti útifrá.
32min.: 15-11 til Kyndil. Nú gongur skjótt fyri seg. Fyrst Ásleyg Súnadóttir við brotskasti og síðani svarar Neistin aftur. Hesaferð var tað Bára Hansen.
31min.: 14-10 til Kyndil. Bára K. Hansen eigur fyrsta málið í seinna hálvleiki, men Neistin og Birita Wardum svara skjótt aftur.
Hálvleikur: 13-9 til Kyndil. Tað eydnaðist Kyndli av fáa eitt mál afturat í evstu løtu, og eru tær tískil á odda við fýra málum í hálvleikinum.
29min.: 12-9 til Kyndil. Eftir drúgt álop eydnast tað Jacklin Durhuus at fáa bóltin í málið.
26min.: 12-8 til Kyndil. Tomma Petersen bjargar skotroynd frá Neistanum, og í mótálopinum økir Bjarta O. Johansen fyri Kyndil.
25min.: 11-8 til Kyndil. Bára K. Hansen við einum frálíkum skoti útifrá í stongina og inn.
24min. 10-8 til Kyndil. Kyndil lorkar bóltin burt í yvirtalsstøðu, og tað merkir, at tað endar við 1-1-javnleiki hesa løtuna. Andreas F. Hansen, venjari hjá Kyndli, og er týðiliga misnøgdur við tey nógvu teknisku mistøkini hesa fyrstu løtuna. Uttan tey høvdu tær úr Kyndli helst havt størri leiðslu.
22min.: 9-7 til Kyndil. Ásleyg Súnadóttir sendir brotskast í málið og nú er Kyndil aftur á odda við tveimum. Milica Rankovic hevur enn einaferð fingið tveir minuttir.
21min.: 8-7 til Kyndil. Yvirtalsstøðan hjá Neistanum endaði málleys, men nøkur sekund seinni breyt Birita Jacobsen ígjøgnum og hevur minkað niður til eitt mál á muni.
18min.: 8-6 til Kyndil. Gudrun R. Olsen hjá Kyndli hevur fingið tveir minuttir fyri at steðga Jacklin Durhuus í mótálopi, men Neistin misnýtir fyrsta møguleikan í yvirtali.
17min.: 8-6 til Kyndil. Støðan er hin sama, men nú hevur Neistin tikið time-out og ætlar sær helst at fáa gongd á málskjótingina, nú Kyndil hevur tikið Jacklina Durhuus meiri ella minni úr spælinum á vonginum.
15min.: 8-6 til Kyndil. Bára Hansen tekur sakina í egnar hendur, brýtur ígjøgnum og minkar til 8-6.
14min.: 8-5 til Kyndil. Turið Arge brýtur enn einaferð ígjøgnum og økir fyri Kyndil.
13min.: 7-5 til Kyndil. Turið Arge og Randi Wardum eru væl upplagdar og hava staðið fyri flestu málunum hjá Kyndli.
10min.: 4-4. Ásleyg Súnadóttir javnaði eftir brotskast, sum Turið Arge vann Kyndli. Hon varð steðgað nakað harðliga og Milica Rankovic varð útvíst í tveir minuttir.
9min.: 3-4 til Neistan. Langt álop endar við, at Milica Rankovic brakar bóltin í málið til 3-4. Kyndil missir bóltin í næsta álopi, men í eini roynd at leggja Neistan á odda við tveimum rakar Jacklin Durhuus á stongina.
8min.: 3-3.Fríða Petersen hevur staðið framúr væl fyrstu løtuna, men nú gekk ikki longur við bjargingum og Bára K. Hansen javnar til 3-3.
7min.: 2-3 til Neistan. Fríða Petersen finnur Jacklin Durhuus í mótálopi, og nú er Neistin á odda.
3min.: 2-2. Tað hevur verið ein ógvuliga ferðmikil dystarbyrjan við nógvum spæli inn á strikuna.
2min.: 2-1 til Kyndil.Birita Wardum hevur fingið bóltin tvær ferðir í Kyndla-málið, men í báðum førum var talan um yvirtraðk.
Undan dystinum: Tað eru fáir áskoðarar til dystin í høllini á Hálsi í kvøld, men leikararnir tykjast ógvuliga uppsettar upp á at geva alt í hesi fyrstu grannauppgerðini í landskappingini í ár. Væntandi verða fleiri áskoðarar seinni, tí kl.20.00 skulu menninir hjá hesum somu liðunum spæla.