Kyndil nógv stinnari í seinna hálvleiki

Tað var í seinna hálvleiki, at mansdysturin ímillum Neistan og Kyndil varð avgjørdur.

Eftir kvinnudystin ímillum grannafeløgini úr høvuðsstaðnum, Kyndil og Neistan, vóru tað mansliðini hjá hesum feløgum, ið áttu tørn.

 

Undan kvøldsins dysti høvdu hesi lið spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini, har Kyndil hevði vunnið tveir av dystunum, meðan Neistin hevði vunnið eina.

 

Í kvøld vann Kyndil á triða sinni ímóti bláu grannunum í hesum kappingarárinum.

 

Í fyrra hálvleiki bar tó ikki til at taka dagar ímillum liðini. Tá ið liðini fóru til hálvleiks var støðan 13-12 til kvøldsins heimalið, Kyndil.

 

Eitt, sum hevur eyðkent Neistan í hesum kappingarárinum er, at liðið ofta fellur sundur og ikki megnar at halda einum nøktandi støði í samfullar 60 minuttir. Hetta hendi seg enn einaferð í kvøld, tí at í seinna hálvleiki var Kyndil fullkomiliga einaráðandi og vann dystin heili 31-22.

 

Úrslitið í kvøld merkir, at støðan í FTZ-deildini er hendan:

 

1. H71 - 33 stig

2. VÍF - 28 stig

3. Kyndil - 23 stig

4. KÍF - 22 stig

5. StÍF - 18 stig

6. Neistin - 14 stig 

7. Team Klaksvík - 0 stig

 

Undan dystinum í høllini á Hálsi í kvøld var Kyndil nummar fýra á stigatalvuni, men eftir sigurin eru kyndilsmenn á bronsuplássi. Kyndil hevur tó spælt ein dyst meira enn KÍF, ið nú er dottið niður á fjórða pláss.

 

Neistin er framvegis á sætta plássi og hevur so at siga onki at spæla fyri restina av kappingarárinum.

 

Málskjúttarnir í mansdystinum í kvøld vóru hesir:

 

Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Finnur Hansson 6, Bjarni Sørensen 5, Josef Abrahamsen 5, Høgni Klein Olsen 4, David Edvardsen 2, Bartal Klein Olsen 1 og Jan Pauli Toft Johannesen 1.

 

Neistin: Herbjørn Lava 5, Teis Horn Rasmussen 5, Rói Berg Hansen 4, Hjalti í Jákupsstovu 3, Torkil Hentze 2, Terji Mørk 2 og Pætur Mikkjalsson 1.