Kyndil kærir dómarar

Eftir tapið fyri Stjørnuni hevur Kyndil sent kæru inn, har liðið krevur nýggjan dyst. Skeivar dómaraavgerðir avgjørdu dystin, verður sagt

 

Kærur


Hóast bert eitt umfar er leikt av hondbóltslandskappingini í vetur, so hevur kappingarnevndin hjá HSF longu fingið sína fyrstu kæru at taka støðu til.

Kyndilskvinnurnar, sum um vikuskiftið taptu fyri Stjørnuni í Klaksvík, hava nevnliga sent kæru inn, har nýggjur verður kravdur.


Dómaramistak kostaði

Orsøkin til kæruna er sjálvsagt hendingin stutt fyri leiklok, sum vit umrøddu í týsdagsútgávu okkara.

Í stuttum kann nevnast, at kyndilsvenjarin tá var í øðini um dømingina, sum hansar tykki kostaði teimum dystin. Tað, sum hendi, var, at dómaraborðið í fyrstu atløgu dømdi liðið fyri at fremja eina skeiva útskifting, og í kjalarvørrinum av hesum hendu nøkur dómaramistøk, sum helst komu av, at dómararnir ikki vóru nóg greiðir um, hvussu nýggju reglurnar virka.


Yvirgangstíð

Sum sagt, so hevur Kyndil kravt nýggjan dyst, men sum skilst á kappingarnevndini, so er tó ivasamt, hvussu verður við hesum.

Tað stendur í øllum førum fast, at nýggjur dystur undir ongum umstøðum kann ásetast, tí ákærin sigur dómaraborðið hava mistikið seg í sínari døming. Har vil talan altíð vera um dómarans meting, og hendan stendur ikki til at vika.

Spurningurin er so, hvørja støðu nevndin kemur til, um talan er um álvarsligt dómaramistak, orsakað av, at nýggju reglurnar við útvísingum júst eru komnar í gildi.

Her er spurningurin, um hondbólturin í eitt ávíst tíðarskeið, t.d. eitt kappingarár, skal fáa loyvi at venja seg við reglurnar, og at tað tí í ávísan mun verður sæð ímillum fingrarnar, tá dómarar fremja mistøk, sum ein avleiðing av nýggju reglunum.

Nær kappingarnevndin fer at taka støðu í málinum, er ikki greitt enn, men væntandi verður hetta innan alt ov langa tíð, og fara vit tá at frætta nærri frá hesum.