Kyndil gjørdi sína skyldu

Hondbóltur: Kyndil vann sum væntað á GÍ

HONDBÓLTUR: Sum væntað vann kvinnuliðið hjá Kyndli sín dyst móti GÍ sunnudagin. Úrslitið varð 29-18.

GÍ byrjaði betur og fekk tvey tey fyrstu málini í dystinum, men sum fyrri hálvleikur leið, yvirtók Kyndil meir og meir, og í hálvleikinum var støðan 11-9 til heimaliðið.

Tað gekk eisini ein góð løta av seinna hálvleiki, áðrenn munurin gjørdist so stórur, sum endaliga úrslitið vísir.

Ann Hansen og Jacklin Djurhuus gjørdu fimm mál fyri Kyndil, og Sunrid Gleðisheyggj gjørdi eisini fimm mál fyri GÍ.