Kyndilsmenn hava fingið málverja úr Serbia. Talan er um 24 ára gamla Mladen Mjerimacka, sum varð kosin besti ungi málverjin í Serbia í 2009 og besti málverji í serbisku kappingini í 2010/2011.
Mladen Mjerimacka hevur vant við Kyndli seinastu tvær vikurnar, og í gjár spældi hann við kyndilsmonnum í Kollafirði, har kapping var ímillum KÍF, Kyndil, VÍF og H71.
- Dygdir hansara vóru eyðsýndar. Mladen er sera kvikur, lesur skjúttarnar væl og tekur nógvar bóltar mann ímóti manni, sigur felagið á heimasíðu síni.
Mladen Mjerimacka er føddur í 1989 og hevur tí góðan aldur til ítrótt.
- Hann er nærlagdur og haraftrat sera fyrikomandi. Longu frá fyrstu venjingini var greitt, at hann er góður felagsmaður. Sett er í verk at fáa alt avgreitt, so Mladen spælir við fyrsta dystin í landskappingini ímóti VÍF, skrivar Kyndil á heimasíðuni.